Á svimjistevnuni hjá Ægir í Klaksvík um vikuskifti luttók Krista Mørkøre sum einasti paralympiski svimjarin.
Kappingin eydnaðist henni væl, og setti hon ikki færri enn fýra persónlig met, sambært ÍSB. Tíðirnar hjá henni í trimum av kappingunum vóru so góðar, at tær vóru skjótari enn danska metið á teinunum. Talan er um teinirnar 50 metur bringu, 50 metur firvald og 100 metur frísvimjing.
Hetta merkir, at Krista Mørkøre má metast sum ein av sterkastu paralympisku svimjarunum í norðurlundum. Hetta boðar frá góðum, nútvær stórar kappingar kappingar eru á skrá hjá Kristu Mørkøre næsta ár, fyrst EM í Portugal og síðani paralympisku leikirnir í Rio.