12 ára gamla Krista Mørkøre úr Klaksvík luttekur í svimjikapping í Berlin fyri brekað Í morgin byrjar stór altjóða svimjikapping fyri brekað í Berlin, talan er um German open í svimjing.
ÍSB hevur sent 12 ára gomlu Kristu Mørkøre úr svimjifelagnum Ægir at luttaka í kappingini. Hon fer at kappast móti svimjarum í sínum aldursbólki, og umframt hetta kappast hon móti svimjarum í sínum handikapbólki.
Krista fer at luttekur í 50-, 100-, 200,- og 400 m frísvimjing umframt bringusvimjing. Í morgin fer Ktista at kappast í 50 m frísvimjing. Kappingarnar halda fram til sunnudagin 1. mai.
Talan er um eina stóra kapping, har ein 450 svimjarar úr 30 londum luttaka.









