Felagsskapurin KRIS hevur arbeitt við einum undirvísingarkonsepti, sum nú er liðugt. Við í hesum konsepti eru: 1) Leiðarin í KRIS, Gvøðbjørg West, sum greiðir frá um arbeiðið hjá KRIS og seinárinum, hvat tað ger við fólk, 2) Ein mamma hvørs barn er misbrúkt innan samkomu, 3) Ein mamma hvørs barn er misbrúkt innan familju og -4) Ein kvinna, sum er misbrúkt av manni og kvinnu.
- Ætlanin er at fara út til tey støð, har brúk er fyri okkum, sigur Beinta M. Pedersen, sum er forkvinna í KRIS.