KRIS skal nýta peningin til heimasíðu

Tað var felagsskapurin KRIS, ið fekk peningin frá Lions Tórshavn, ið kom inn í samband við ólavsøkuframsýningina.

Í gjár 4. septembur fekk felagsskapurin KRIS handað stóra peningagávu frá Lions Tórshavn. Tað var umboðið fyri KRIS, Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir, ið fekk peningin handaðan.

 

- Peningurin skal brúkast til at gera eina heimasíðu, har tað verður møguligt hjá teimum, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi og teirra avvarðandi at kjatta við fólk, ið sjálv hava verið útsett fyri kynsligum ágangi, segði hon og peikar á, at skipanin verður dulnevnd.

 

- Hetta er nakað, sum í fleiri ár hevur mangla í Føroyum. Vit eru eitt lítið land, har øll kenna øll. Og við hesi skipan, verður møguligt at vera møttur og hoyrdur dulnevnt. Eisini er ætlanin at brúka peningin uppá at utbúgva okkara ráðgevar, sum varða av kjattinum, tí vit ynskja at geva ta bestu av tí bestu tænastuna, sum vit yvirhøvur kunna bjóða.

 

Tað var fyri eini fýra mánaðum síðani, at KRIS søkti um peningin frá Lions, og Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir sigur, at tey ikki eingongd tordu at droyma um, at tað fór at vera júst tey, ið fóru at fáa stuðulin fyri Ólavsøku-framsýningina hjá Lions Club.

- Men til alla lukku fyri KRIS, so fingu vit hesa stóru peningagávu, og vit eru so ovurfegin um hetta. Og nú fara vit til verka, har vit hava eina sera spennandi tíð fyri framman, ið vit gleða okkum at bjóða fram til allar føroyingar, ið hava tørv á henni, segði 22 ára gamla Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir.