Kris Kristofferson í Tivoli

Tað gingu 20 minuttir til atgongumerkini til konsertina hjá Kris Kristoffersen í Høllini á Hálsi í kvøld vóru útseld, men eisini á konsertini herfyri í Tivoli, vóru nógvir føroyingar millum áskoðararnar. Tá ein einsamallur Kris Kristofferson undirhelt í fullum sali í Tivoli 14.mars í ár, vóru yvir hundrað føroyingar á konsertini. Skarv hevði skipað fyri upphiting til konsertina, og har vóru umleið 30 føroyingar komnir saman, og umframt hesar vóru nógvir aðrir í Tivoli greiðir Edmund S. Jacobsen frá.

- At Kris er vorðin 70 ára gamal og at hann hevur whiskey rødd hoyrdist, men hann sigst at vera turrlagdur og syngur enn væl, greiðir Edmund frá.

- Eg haldi at flestu føroyingar vóru væl nøgdir eftir konsertina, tó at onkur hevði vænta back-up frá onkrun tónleikara. Sangirnir vóru nógvir í tali Me and Bobby McGee, HelpMe Make It Trough The Night, Sunday Morning Coming Down, Loving Her Was Easier og frá nýggju fløguni This Old Road var ymiskt gott at hoyra, sigur Edmund, ið tó saknaði andaliga klassikarin Why Me, og helt at Kris rundaði sangirnir av heldur ofta. Edmund helt kanska, at hetta var tí Kris er so gamal og tí hann hevur so nógvar konsertir hesa tíðina.

Kris tosaði og skemtaði millum løgini um allar barrirnar, ølið, um ekskonur og børn hansara. Eisini segði hann onkra søgu um Johnny Cash, Janis Joplin, Willy Nielson, Waylon Jennings, Jimmy Hendrix, Bob Dylan.

Edmund heldur tó, at sjálvt um konsertsalurin í Tivoli var fullur, so vóru gestirnir nakað tamir. Teir klappaðu og hýrurin var hampuligur, men tá fólk sita niðri og karmarnir eru av fínara slagnum, so er avmarkað gott lív verður í. Edmund ivast líti í, at gestirnir til konsertina á Hálsi í kvøld fara at geva Kris eina nógv størri uppliving enn Tivoli gestirnir.

Edmund vísir á, at talið av gestum í Tivoli og høllini á Hálsi er nakað tað sama. Í Føroyum tók tað 20 minuttir at selja atgongumerkini til konsertina á Hálsi og tað tók eitt ár í Keypmannahavn. Tað sigur eitt sindur um munin á kontri áhuga í Tórshavn og Keypmannahavn