Roskilde hevur avdúkað enn eitt navn, ið enntá telist millum høvðusnøvnini. Tað er 76 ára gamli Kris Kristofferson. Harvið er eitt navn við nógvum royndum á bakinum ein legenda komin á konsertlistan.
Hetta skrivar gaffa.dk
Kristofferson hevur í mong ár skft millum at verið sangskrivari og filmsjónleikari. Tónleikaleiðin byrjaði í sekstiárunum, tá hann flutti til Nashville.
Í 2004 kom Kristofferson við í Country Music Hall of Fame.
Kend eru t.d. løgini Me And Bobby McGee og Help Me Make It Through the Night. Hann var eisini limur í all-stars bólkinum The Highwaymen.
Kris Kristofferson vitjaði í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.