Heimskendi country sangarin, Kris Kristofferson, er í Føroyum fyri tíðina.
Mikukvøldið fer hann at hava konsert í Reinsarínum og hóskvøldið fer hann at hava konsert í Norðurlandahúsinum. Báðar konsertirnar eru útseldar, men møguliga verður ein konsert afturat hildin í Reinsarínum. Áhugin er í øllum førum til staðar.
Kris Kristofferson er ikki ein og hvør. Hann er ein av heimsins absoluttu stjørnum innan country tónleik. Hann er partur av ættarliðnum, ið kollvelti country tónleik og gav tí ein dimensjón, ið ikki var sædd áður.
Johnny Cash, Waylon Jennings, Willie Nelson og Merle Haggard vórðu partur av sama ættaliði.
Hetta vóðru larger-than-life persónsmenskur, ið ikki smæddust at blanda ein sosialan boðskap uppí tónleikin og ikki vórðu bangnir fyri at bjóða etableraðu skipanini av. Tað er ikki av ongum, at teir verða vanliga vístir til sum The Outlaws.
Í ferðalagnum er eisini familjan hjá Kris og tey verða eisini at síggja til framførðslurnar. Hesar dagar uppliva tey Føroyar sum ferðamannaland saman við fyriskipararnum.