KRIS hjálpir fólki, sum hava verið fyri kynsligum ágangi

Í næstum gevur KRIS út ein myndakalendara, sum verður seldur um alt landið.

Hjálpararbeiði
KRIS í Føroyum er ein kristiligur hjálparfelagsskapur. Navnið er ein stytting fyri ?Kristilig Ráðgeving fyri Incestoffur og Seksuelt misnýtt?.  Felagsskapurin er stovnaður við tí máli, at gleðiboðskapurin um vón og bjarging eisini er galdandi fyri tað kynsmisnýtta menniskjað, sum sagt verður í faldara. Neyvaru endamálini hjá KRIS eru ?
* at upplýsa um støddina á trupulleikanum og vísa á teir møguleikar, ein
misnýttur hevur fyri at fáa vegleiðing og hjálp.
* at upplýsa um kynsligan ágang, bæði innan og uttan kirkju-og
samkomugátt.
* at boða særdum menniskjum gleðiboðskapin.
* at útbúgva og menna vegleiðarar, bæði innan og uttan kirkju-og
samkomugátt.
* at fyribyrgja kynsligum ágangi í kirkju/ samkomum og í samfelagnum sum
heild.
* at vegleiða og hjálpa teimum, ið hava verið fyri slíkum ágangi, næstringum
og børnum teirra. At gera tey før fyri at liva eitt lív við vón og framtíð.
 
Professionelt
Umframt at hava skrivstovu, sum fyribils verður opin seinnapart mánadag og hósdag, skipar KRIS fyri skeiðvirksemi kring landið og vitjar á skúlum og stovnum.
 Ein partur av fíggingini av virkseminum, er hesi skeiðir, sum gjaldast skal fyri. Í ár fær felagsskapurin eisini 150.000 kr. á løgtingsfíggjarlógini, og formaðurin, Hans Eiler Hammer, ásannar, at hesin peningur hevur verið viðvirkandi til, at KRIS kundi lata skrivstovuna í Saltangará upp so skjótt.
 Fyritøkur í Klaksvík og í Runavíkarøkinum hava verið beinasamar og hava latið skrivstovuútgerð og innbúgv fyri sámuligar prísir og við lagaligum gjaldsavtalum.
- Ætlanin hjá okkum er í fyrstu syfti at hava lønt fólk á skrivstovuni nakrar
tímar um vikuna. Síðan er ætlanin at veksa um tímarnar, soleiðis at fólk í øðrum lagi er á skrivstovuni hálva tíð og at enda fulla tíð.
Hans Eiler Hammer sigur, at KRIS hevur ríkiligt av arbeiði til eitt fólk fulla tíð ?
við eitt nú at leggja til rættis skeiðvirksemi, savna og skipa upplýsandi tilfar og taka ímóti fólki, sum vitja inn á gólvið ella seta seg í samband við felagsskapin í aðrar mátar.

Myndakalendari
Um nakrar dagar gevur KRIS út ein myndakalendara fyri ár 2003. Á kalendaranum verður upplýsandi tilfar á øllum síðum. Myndirnar hevur Vasti, sum er ein grafisk stova í Klaksvík, syrgt fyri, og tey hava eisini sett kalendaran upp.
 - Alt arbeiði er góðkent, og kaldarin verður prentaður í komandi viku, sigur Hans Eiler Hammer.
 Ætlanin er at selja kalendaran frá hurð til hurð, eins og hann eisini verður at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.
 Formaðurin í KRIS vónar, at sølan eisini fer at geva felagsskapinum eitt fíggjarligt íkast.
- Vit vóna at fáa eitt yvirskot uppá góðar 100.000 krónur, sigur Hans Eiler
Hammer.
KRIS hevur søkt um og er sloppið undan at gjalda mvg av søluni.