Tá Kris 26. oktober skipar fyri stuðulstiltakið á Eiði, fara tey at nýta høvið at virða minnið um Gunnar Zachariasen, hvørs unnusta er nevndarlimur í Kris.
Ætlanin var, at Kris skuldi skipað fyri hesum sama stuðulstiltakið 26. september, men syrgiliga vanlukkan, sum kostaði Gunnari Zachariasen lívið, útsetti tiltakið. Hetta millum annað tí, at unnustan hjá Gunnari, Guðrun Snæbjørnsdóttir Horn, er nevndarlimur í Kris.
-Vit vilja virða minnið um Gunnar Zachariasen, sum var sjeikurin hjá okkara kæru Guðrun Snæbjørndóttir Horn, sum er í nevndini hjá KRIS. Fyriskiparnir, hjálparfólk og tey, sum luttaka í tiltakinum, fara at ganga við svørtum syrgibandi um armin, og hildið verður tøgn í 1. min, tá ið tiltakið byrjar, sigur Kris.
Klokkan 18.30 hendan dagin fer Gullhornið at handa tvey heiðursmerki til tvær smágentur á Eiði. Heiðursmerki eitur "Rætt eina hjálpandi hond".
Síðani byrjar tiltakið hjá Kris klokkan 19.00, sigur Kris í tíðindaskrivi í dag.