Kris fekk 199.000 krónur

25. novembur skipaði Kris fyri landsinnsavning til stuðul fyri felagið. Inn komu 199.000 krónur, sigur felagið.

 

Peningurin fer til at gera ábøtur á hús, sum stuðulsgrunnurin, við eini stuðulsavtalu, hevur keypt frá BankNordik. Talan er um fyrrverandi bankabygningin á Toftum.

- Túsund takk til tykkara, sum vóru úti við bússum. Takk til tykkara, sum hava flutt pening á kontu, og hava ringt inn til 90 nr. Uttan tykkara hjálp hevði hetta ikki ikki kunna latið seg gjørt, sigur Beinta M. Petersen, samskipari og forkvinna hjá Kris.

 

Kris er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, hvørs endamál er at upplýsa um kynsligan ágang og geva tí misnýtta ráðgeving og hjálp.

 

Kris fekk herfyri 200.000 krónur frá Jólamerkjagrunninum. Væntandi fær Kris 1,2 milliónir krónur á løgtingsins fíggjarlóg, tá hon kemur til viðgerðar í næstu viku.