– Orsøkin er tað, sum kom fram í Frihedsbrevet í síðstu viku, at kringvarpsstjórin hevur lovað einum persóni at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald. Tí er Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, loystur úr starvi.
Tað sigur Rógvi Olavson, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið við Kringvarpið.
Stýrið hevði fund allan seinnapartin í gjár og niðurstøðan var, at stýrið ikki longur hevði álit á stjóranum.
Orsøkin er tað, sum kom fram í Frihedsbrevet í síðstu viku, at kringvarpsstjórin hevur lovað einum persóni at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald.
Stjórin segði, at hetta varð gjørt fyri trygdina hjá starvsfólkum.
Kringvarpsstýrið fer nú at seta fyribilsstjóra í Kringvarpinum.