Kringvarpsstjórin: Vit provokera ikki

Tað skal ikki roknast sum ein provokatión, at vit nevna møguleikan at taka Dag og Viku av skránni, um Kringvarpsgjaldið ikki verður hækkað, sigur Annika Mittún Jacobsen Fleiri politikarar hava hug at kalla tað eina hóttan og provokatión, at Kringvarpið umhugsar at steðga eitt nú Dag og Viku, um kringvarpsgjaldið ikki verður hækkað við sløkum 500 krónum næsta ár.

- Eg vóni ikki, at tað verður uppfatað sum ein provokatión. Tað er bara ein av fleiri møguleikum, um vit ikki fáa meira pening, men vit hava ikki ætla at brúka Dag og Viku sum ein trumf fyri at fáa nøkur ting ígjøgnum, sigur Annika Mittún Jacobsen við Sosialin.

Kringvarpsstjórin sigur, at Dagur og Vika og 3-2 eru tær sendinginar, ið kosta mest at framleiða, og tí er tað nærliggjandi at hugsa um tær, um sparingar skulu gerast.