- Stjórin er spurdur nærri um ymsu atfinningarnar. Frágreiðingin frá stjóranum er tikin til eftirtektar, og stýrið hevur framhaldandi fult álit á stjóranum, skrivar Kringvarpsstýrið í svari til málið, sum bleiv lýst í Vikuskiftissosialinum í síðstu viku.
Hósdagin skrivaði Vikuskiftissosialurin um nakrar klagur, sum starvsfólk á Kringvarpinum høvdu sent Kringvarpsstýrinum um nýggja stjóran, Johnny í Grótinum.
Vikuskiftissosialurin hevði fingið innlit í eitt skriv frá starvsfólkum á tíðindadeildini á stovninum, har tey kærdu sína ónøgd um, at stjórin eftir teirra tykki legði seg upp í tíðindaflutningin og journalistiska arbeiðið á stovninum. Tey vístu á konkret dømi, har tey meintu, at stjórin var farin út um sínar heimildir. Harumframt mettu tíðindafólkini, at nýggi stjórin hevði ein gegnistrupulleika í skattamálinum, og tí átti at hildið seg burtur frá dekninginum av tí málinum.
Síðani hetta stóð í Sosialinum hevur nakað av kjakið verið millum Rúna Heinesen, formann í Kringvarpsstýrinum, og Ivan Niclasen, starvsfólk í Kringvarpinum á aðrari síðuni og Barbaru Holm, blaðstjóra á Sosialinum á hinari síðuni.
Ivan Niclasen hevur lagt Sosialin undir at villleiða, tí hann kennist ikki við partar av tí, sum verður ført fram í klaguni. Rúni Heinesen segði seg upprunaliga ikki kenna til nakrar klagur frá starvsfólkunum á stovninum. Barbara Holm hevur svarað teimum aftur, at teir áttu heldur at hugt at teimum viðurskiftum, sum brævið frá starvsfólkunum vísir á, heldur enn at leggjast eftir boðberanum, í hesum føri Sosialinum.
Í dag hevur Kringvarpsstýrið so havt fund um málið og hava viðgjørt brævið frá starvsfólkunum.
- Eftir at VikuskiftisSosialurin hevur varpað ljós á, at starvsfólk hevur kunnað stýrisformannin um m.a. gegnið hjá stjóranum, og at hann skal hava lagt seg út í redaktionella arbeiðið, hevur stýrið á fundi í dag viðgjørt málið, skrivar stýrið.
- Stjórin er spurdur nærri um ymsu atfinningarnar. Frágreiðingin frá stjóranum er tikin til eftirtektar, og stýrið hevur framhaldandi fult álit á stjóranum. Hereftir verður tað stjórin, sum úttalar seg vegna kringvarpið í hesum málinum, eru boðini frá Rúna Heinesen, formanni í Kringvarpsstýrinum.










