Kringvarpssáttmálin á skránna

Sum vit hava skrivað áður, so hevur tað elvt til stóra misnøgd, at Kringvarpið higartil hevur sýtt fyri at nýta sponsornøvn í ítróttarsendingum sínum. Eitt nú hevur hetta verið staðfest, tá Hond- og Fótbóltssambandið hava gjørt stuðulsavtalur um navngeving av kappingum.
Hetta hevur fingið FSF til at »blokera« samráðingum um nýggjan sáttmála millum ÍSF og Kringvarpið. Verandi sáttmáli er sagdur upp til 1. januar, og FSF hevur sett sum ófrávíkiligt krav, at skulu teir vera við, so vilja teir treyta sær, at »røttu« heitini verða brúkt. Hartil hevur staðfestingin frá ÍSF verið, at teir gera ikki ein sáttmála, uttan so at hesin er kollektivur. Tað vil siga at øll sersambondini kunnu góðtaka hendan.
Higartil hava nakrir fundir verið millum ÍSF og Kringvarpið, og við tann seinasta av hesum vóru umboð fyri FSF eisini við.
Kunning um gongdina í málinum er sett á skránna, nú feløgini og FSF hava fund. Og roknast kann við, at FSF her vil lodda dýpið, um feløgini framhaldandi eru samd um at halda eins fast um kravið.