Allan Dalsgarð, sum hevur virkað sum leiðari á Miðladeildini hjá Kringvarpinum, verður nýggjur stjóri á Sendistovuni Mikið rok stóðst av, tá tað í farnu viku kom fram, at Allan Dalsgarð var valdur í nevndini í Sendistovuni, sum er lýsingar- og ráðgevingarfyritøka.
Sum leiðari á miðladeildini varðaði Allan millum annað av samskiftinum við lýsingastovur, og frá fleiri síðum varð mett, at tað var serstakliga óheppið, at hann við hesum var í nevnd hjá undirveitara hjá Kringvarpinum. Og eitt nú sendi tíðindadeildin í Sjónvarpinum eitt harðligt mótmælisskriv til Kringvarpsleiðsluna.
Nú er so greitt, at Allan Dalsgarð ikki longur verður í Kringvarpinum. Við Dimmalætting sigur hann, at honum hevur staðið í boði at gerast stjóri á Sendistovuni, og at hann hevur valt at taka av starvinum.