Kringvarpsleiðararnir settir

Nú eru nøvn sett á tey seks, sum frá 1. oktober skulu virka sum deildarleiðarar í Kringvarpinum Barbara Samuelsen er sett í starv sum leiðari á dokumentardeildini. Barbara hevur seinastu tíðina starvast sum blaðstjóri á Kvinnu.

Jón Brian Hvidtfeldt er settur í starv sum tíðindaleiðari. Hann hevur seinasta árið verið tíðindaleiðári á Rás2.

Herluf Sørensen, sum er gamal í garði í Kringvarpinum, er settur sum leiðari á programdeildini.

Og eisini eitt annað vælkent kringvarpsnavn, Hans Andor Johannesen, er settur sum leiðari. Hann skal leiða tekniska partin hjá Kringvarpinum.

Allan Dalsgarð, sum í løtuni starvast hjá Sendistovuni, verður leiðari fyri miðladeildini. Og endaliga verður Sanna Hansen leiðari fyri starvsfólka- og umsitingardeildina. Hon hevur starvast í Eik Banka undan hesum.

Nýggi bygnaðurin í Kringvarpinum ber við sær, at tey seks verða leiðarar fyri bæði út- og sjónvarpið hjá Kringvarpinum.