Framyvir fer tað at bera til hjá kringvarpinum at endurvarpa útlendskar public-service sjónvarpsrásir. Lýsingar verða ongar um eini fimm ár, og kringvarpið kemur helst á fíggjarlógina. Og fólk, sum starvast við tíðindum skulu vera journalistar ella hava líknandi útbúgving. Hetta eru nakrar av teimum størstu broytingunum við nýggju kringvarpslógini, sum løgtingið samtykti, tá uppskotið fekk eina siðiliga 3. viðgerð í dag.
Við nýggju skipanini um Kringvarp Føroya, verða ávísar broytingar í bygnaðinum í mun til áður. Tær báðar mest týðandi broytingarnar verða, í fyrsta lagi, at stovnurin skal hava eitt stýri við sjey limum, sum skal hava evstu ábyrgdina og virka sum skott millum stovnin og politiska myndugleikan. Hin stóra broytingin verður, at public-service uppgávurnar hjá stovninum skulu raðfestast av landsstýrismanninum í samstarvi við leiðsluna og stýrið, eftir aðalorðaskifti í løgtinginum.
Av øðrum broytingum í nýggja uppskotinum um kringvarp kunnu nevnast, at eitt kringvarpsgjald verður fyri hvørt húski, at tað gerst lættari hjá privatum at seta á stovn kringvarp og at kringvarpið skal varðveita alt talgilt tilfar í einum miðlasavni.
Orðaskiftið um kringvarpslógina hevur verið ómetaliga kvast og harðligt, og tingfólk eru ikki sørt skelkað av orðavalinum og fundarsiðinum, sum hevur valdað undir viðgerðini.










