Kringvarpslógin fyri tingið í dag

Størsta broytingin í nýggju kringvarpslógini verður, at tað framyvir verður eitt stýri, ið fær meginpartin av heimildunum, sum landsstýrismaðurin hevur nú.

Við nýggju skipanini um Kringvarp Føroya, verða ávísar broytingar í bygnaðinum í mun til áður. Tær báðar mest týðandi broytingarnar verða, í fyrsta lagi, at stovnurin skal hava eitt stýri við sjey limum, sum skal hava evstu ábyrgdina og virka sum skodd millum stovnin og politiska myndugleikan. Hin stóra broytingin verður, at public-service uppgávurnar hjá stovninum skulu raðfestast av landsstýrismanninum í samstarvi við leiðsluna og stýrið, eftir aðalorðaskifti í løgtinginum. Tá upskotið varð sent út til hoyringar, eitt nú hjá leiðsluni í kringvarpinum, kom til sjóndar, at kringvarpið ivast í, um hesar báðar broytingar eru batar fyri public-service uppgávurnar hjá stovnium. Tískil prenta vit her á síðuni eisini partar av hoyringssvarinum frá Jógvani Jespersen.
Av øðrum broytingum í nýggja uppskotinum um kringvarp kunnu nevnast, at eitt kringvarpsgjald verður fyri hvørt húski, at tað gerst lættari hjá privatum at seta á stovn kringvarp og at kringvarpið skal varðveita alt talgilt tilfar í einum miðlasavni.
Annað viðurskifti, sum privatu miðlarnir hava bíðað eftir í spenningi er spurningurin um, hvørt almennu fjølmiðlarnir framhaldandi fara at vera partvíst fíggjaðir við lýsingum, umframt vanliga lurtara- og hyggjaragjaldinum. Og sambært uppskotinum frá landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, skulu almennu fjølmiðlarnir framhaldandi hava loyvi til at fíggja ein part av virkseminum við lýsingum. Tó hevur landsstýrismaðurin ásett í lógaruppskotinum, at kringvarpið skal ikki hava loyvi til at lýsa á heimasíðu stovnsins. 
 
Samanleggingin veruleiki
Sambært uppskotinum er endamálið við broytingunum í lógini um kringvarp at fáa ásett løgfrøðiligu karmarnar, nú stovnarnir Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya leggja saman í nýggja og samanlagda stovnin, Kringvarp Føroya.
Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið, verður greitt nærri frá um uppskotið, og verða tað nakrar av hesum viðmerkingum, sum vit fara at tríva í her.
 
Tryggja public service
Í uppskotinum verður, sum nakað nýtt, mælt til at skipa Kringvarp Føroya við einum stýri, ið fær meginpartin av teimum heimildum, sum landsstýrismaðurin hevur nú. Í viðmerkingunum stendur, at royndir vísa, at tað er óheppið, mett frá einum public service sjónarmiði, at landsstýrismaðurin hevur beinleiðis ábyrgd av kringvarpi. Tí verður mett, at eitt stýri millum landsstýrismannin og stovnin er neyðugt, til tess at tryggja public service meginreglurnar og redaksjonella frælsið umframt.
Í uppskotinum skjýtur landsstýrismaðurin upp, at stýrið verður mannað við 7 limum, og at tað kemur at hava ovastu leiðsluna á stovninu. Stýrið skal hava eftirlitsuppgávuna í sambandi við ásetingarnar í lógini og avtalum annars. Og stjórin kemur at hava dagligu ábyrgdina og setir og loysir starvsfólk. Stjórin hevur programmábyrgdina, men skal í samstarvi við stýrið leggja yvirskipaða programmpolitikkin til rættis.
Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri 4 ár í senn og stýrislimir og varalimir hjá hesum verða tilnevndir soleiðis:
Átta persónar verða tilmæltir av politisku flokkunum, ið hava umboð í Løgtinginum. Millum hesar átta tilnevnir landsstýrismaðurin ávikavist fýra stýrislimir og fýra varalimir. Ein limur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi í Kringvarpi Føroya. Landsstýrismaðurin tilnevnir eftir egnari avgerð tveir stýrislimir og  tveir varalimir.
 
Raðfest public-service
Eitt eyðkenni innan føroyska fjølmiðlaheimin hevur verið, at tað hevur verið ilt at raðfesta public-service uppgávurnar, tí orka og játtan hava ikki altíð svarað til megnar hugtakið public-service (red.). Í hesum sambandi skjýtur landsstýrismaðurin upp, at hann ger ein public-service sáttmála við Kringvarp Føroya. Ætlanin við hesum er, at landsstýrismaðurin, eftir eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um public-service, skal kunna avtala við leiðsluna í kringvarpinum um, at serstakir partar av public-service økinum verða raðfestir frammarlaga í einum ávísum tíðarskeiði, eitt nú í trý ár. Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið, er ætlanin við hesum ikki, at landsstýrismaður og Løgting skulu leggja seg út í programmábyrgdina hjá stjóranum, men at landsstýrismaðurin skal kunna raðfesta ávís mentanarøki. Talan kann eitt nú vera um føroyskt mál, sendingar fyri børn og ung o.s.fr.
 
Aðrar broytingar
Í uppskotinum um løgtingslóg um kringvarp, sum kemur til viðgerð í tinginum í dag, verður eisini skotið upp, at útvarps- og sjónvarpsgjøldini verða løgd saman í eitt kringvarpsgjald.
                       Ásetingar eru um, at kringvarpið skal varðveita alt talgilt tilfar í einum miðlasavnið. Eisini er ætlanin, at analoga tilfarið skal talgildast og varðveitast fyri alla tíð í miðlasavninum. Somuleiðis verður latið upp fyri, at aðrir mentanarstovnar eins og privatar kringvarpsstøðir kunnu, um ynski er um hetta, varðveita teirra tilfar í miðlasavninum.
Í uppskotinum verður eisini sagt, at sum støðan er í dag, verður ikki mett neyðugt at varðveita Loftmiðlanevndina og programmnevndirnar. Sambært viðmerkingunum er tað einki, ið forðar fyri, at landsstýrismaðurin við sínari fyrisiting kann útinna tær uppgávur, sum nú liggja hjá Loftmiðlanevndini, og viðvíkjandi programmnevndirnar fer stýrið framyvir at røkja hesar uppgávur, verður sagt.
Annað sum nevnt verður í uppskotinum er, at eitt hvørt felag, sum kringvarpar til fleiri privatar bústaðir, skal hava sendiloyvi. Orsøkin til hesa broyting er, at tørvur er á eftirliti við teimum sendingum, sum eitt nú eigarafeløg senda. Fleiri av hesum eigarafeløgum eru so mikið stór, at sent verður til heilar býlingar.