Kringvarpsgjaldið inn umvegis skattin

Fjølmiðlakommissjónin er liðug við sítt arbeiði og kemur við sjey ítøkiligum tilmælum. Eitt av teimum sigur, at Kringvarpsgjaldið eigur at verða leggjast inn í skattaskipanina sum fast gjald.

Fjølmiðlakommisjónin mælir til, at:

- Kringvarpið skal vera verðandi ein sjálvstøðugur almennur stovnur

- Kringvarpsgjaldið verður lagt inn í skattaskipanina sum fast gjald

- Fasta gjaldið verður prístalsviðgjørt

- Lýsingarinntøkurnar hjá Kringvarpinum fara í ein miðlagrunn

- Miðlagrunnurin stuðlar føroysku miðlunum

- Kringvarpsgjaldið verður MVG-frítikið

- Sjónvarpsrásin hjá Kringvarpinum verður talgildað

Tað var í februar í ár, at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, setti eina fjølmiðlakommissjón at viðgera og svara nøkrum spurningurm, at skriva álit og at seta fram uppskot um, hvussu víðari skal farast fram, tá ið tað snýr seg um føroyskan miðlapolitikk.

Í morgun handaði Fjølmiðlakommissjónin landsstýriskvinnuni í mentamálum álitið, har niðurstøðan er, at føroyskir miðlar skulu styrkjast. Neyðugt er við yvirskipaðum broytingum hjá føroysku fjølmiðlunum, og har spælir politiski myndugleikin ein stóran leiklut.

- Tað skulu politiskar avgerðir til fyri at styrkja føroysku miðlarnar, bæði teir almennu og privatu, ger Fjølmiðlakommissjónin greitt.