So vánalig, at vanliga útvarpstólið er skift út við eitt internetradio. Svarið kundi sjálvsagt verið, at tað kunnu bara allir borgarir gera, men tað er ikki soleiðis tað virkar.
Havi verið í samband við Kringvarp Føroya um málið, men tykist ikki sum nakað hendir. Heimasíða kringvarpsins sigur, at Mentamálaráðið umsitur sendinetini, og Føroya Tele hevur dagliga raksturin. Spurningur mín er tí, hvørjum man kann vænta at fáa eitt greitt svar frá um trupulleikan, sum hevur verið síðsta árið við sendinetinum í Skálavík. Vit kenna jú dømi aðrastaðni frá í landinum, har móttøkuviðurskiftini eru vánalig og ein diskussión hevur verið um gjald av eini vøru sum ikki kann leverast...