Kringvarps­gjaldið í vanda

Sum víst verður á í odd­a­grein­ini om­an­fyri, so held­ur Sosialurin at kring­varps­nevnd­in hevur spælt fall­it við síni vánaligu hand­far­ing av øllum pro­blem­a­tikk­i­num við útsølini í Kring­varp­i­num.

Tað kunnu vit bara harm­ast um og vóna, at hasi fólk­ini skjótt leggja frá sær, ella at lands­stýr­is­maðurin í ment­a­mál­um sjálvur vakn­ar. Í síðsta enda er tað hann, sum hev­ur á­byrgd­ina av nið­­u­r­­bræð­ing­ini, sum stovn­ur­in er í fer­ð við.

Í hesum døgum liggur eitt mál á ting­borði, sum kann hjálpa upp á fíggj­ar­liga trup­ul­­leik­an hjá Kring­­varp­i­num – og privatu miðl­u­num. Tað er upp­skotið um at taka rættin at selja lýs­ing­ar frá Kringvarpinum, at frí­­taka kring­varps­gjald­ið fyri mvg, so stovn­ur­in fær um 11 milliónir meira í kassa, uttan at kring­varps­gjald­­ar­in rindar meira í kring­­varps­­gjaldi.

Men hetta uppskot ætla sam­gong­u­fólk­ini at fella, hóast Bjørn Kalsø, lands­stýr­is­mað­ur, hevur nevnt somu loysn í einum skrivi til fíggj­ar­nevndina.

Men av tí at talan er um eitt and­støðuuppskot, so skal tað bara fellast. So­leið­is arbeiða samgongur í Før­oy­um.
Trupulleikin hjá privatu miðl­u­num verður tí bara tað størri. Tí nú skal uttan iva ganga í minsta lagi eitt ár, til Bjørn Kalsø kemur við sín­ari loysn, sum helst verður lík hesari.
Men so skal Fólk­a­flokk­ur­in helst skava eitt sindur brut­ur­av, so Kringvarpið ikki fær alt mvg'ið...

Sum tíðin gongur, viknar trú­virði hjá Kringvarpinum. Stovn­urin missir sína støðu sum public service rás, tí alt er til sølu.

Um eitt ár verður krav­ið helst at lata stovnin sigla sín egna sjógv, og at kring­varps­­gjaldið verður avtikið. Pol­it­isk­ur gróðrarbotnur er í tinginum fyri hesum ráki – sum kringvarpsleiðslan so íðin kyndir undir við sínum út av lagi vánaliga public service leiðsluhátti.