Kringvarpið vísir aftur skuldsetingum um skeivar upplýsingar

Í sendingini "Við hjálp frá góðum fólki" hóskvøldið 9. apríl greiddi ein kvinna, ið starvast í handli, frá, at hon fær millum 14.000 og 18.000 kr. í løn um mánaðin. Hetta hevur Arbeiðsgevarafelagið fingið til, at Kringvarpið hevur givið fólki skeiva fatan av lønarlagnum innan handilsøkið.

 

Kvinnan greiddi frá, at hon hevði arbeitt fleiri ár í handlinum og var tímalønt. Hon arbeiddi frá kl. 8.30 til 16 hvønn dag og hevði døgurðasteðg í ein hálvan tíma, sum hon ikki fekk løn fyri. Hetta gav henni millum 14.000 og 18.000 kr. í løn um mánaðin, alt eftir hvussu nógvir arbeiðsdagar vóru. Bert heilt sjálvdan kom hon upp á 18.000 kr.  

 

At sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K hevur ásetingar um fasta mánaðarliga løn fyri ófaklærd, sum hækkar hvørt ár, kemur ikki hesi kvinnuni og óivað nógvum øðrum í handilsyrkinum, til góðar, tí tey eru tímalønt.    


Kringvarpið vil tí vísa aftur, at vit hava borið skeivar upplýsingar um lønarlagið í handilsyrkinum.