Tað verður ein stórur lætti hjá nógvum pensjónistum, nú kringvarpsgjaldið verður umskipað.
Áður hava øll húskið nevniliga goldið 3.600 krónur um árið í Kringvarpsgjaldi. Men nú verður gjaldið umskipað, so at fólk rinda 1.800 krónur í part. Peningurin verður sjálvvirkandi tikin av lønini, eina ferð um mánaðin, 150 krónur hvørja ferð.
Men øll, sum eru undir 24 ár, skulu ikki rinda kringvarpsgjald yvirhøvur, og samstundis skulu fólkapensjónistar bara rinda 50 krónur um mánaðin, so hjá teimum verður tað ein stórur lætti.
Men ein spurningur, sum varð reistur, nú Løgtingið hevur viðgjørt kringvarpsgjaldið, er, hvussu verður við teimum fólkapensjónistum, sum liggja á ellis- og røktarheimum, og á eldrasambýlum.
Eftir reglunum hava teir eisini skula rindað hvør sítt kringvarpsgjald á 3.600 krónur, bara tey høvdu okkurt tól inni á kamarinum har tað bar til at hoyra, ella síggja, Kringvarpið.
Men tað tað er ógvuliga ymiskt, hvussu mannagongdin hevur verið. Á summum ellis- og røktarheimum, og sambýlum, eru tey sloppin heilt undan at rinda, og hava sostatt verið svartir hyggjarar og lurtarar. Men á øðrum eldrabýlum, eru tey sloppin undan at rinda, hava tey havt ein hjúnafelaga, ella maka, sum býr heima, og hevur goldið kringvarpsgjald.
Men nú skulu allir hesir fólkapensjónistar rinda 50 krónur um mánaðin fyri Kringvarpið, og nógvir tinglimir átalaðu, at nú verður tað í roynd og veru dýrari hjá hesum pensjónistunum.
- Hetta er eitt eyka gjald, sum nú verður lagt á pensjónistarnar, siga tey.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sigur, at hetta eru talandi dømi um, hvussu ógreið og tvørlig innkrevjingin hjá Kringvarpinum er, tí tað er ringt at staðfesta, hvat eitt húski er.
Tað er eisini ein sannroynd, at nógv eru sloppin sær undan at rindað kringvarpsgjald og tí er tann nýggja skipan nógv greiðari, nógv einfaldari og lættari at umsita, sigur hon.