Orðaskiftið tók sína tíð og nógv tingfólk høvdu orðið, men tá ið tað kom til atkvøðugreiðsluna, so fór málið ígjøgnum til 3. viðgerð.
16 atkvøddu fyri og 13 ímóti.
Nú fer tingið undir at viðgera uppskotið um broytt kringvarpsgjald.
Hanna Jensen, formaður í mentannarnevndini, legði álitið fram. Uppskotið hevur nakrar broytingar í mun til upprunaliga uppskotið.
Millum annað verður skotið upp, at ein sjálvvirkandi hækking uppá tvey prosent ikki er við.
Eisini sleppur Kringvarpið nú at hava lýsingar, men eftir uppskotinum so fara lýsingar frá útvarpinum í ein miðlagrunn og tær frá sjónvarpinum í ein filmsgrunn.
Grunnarnir báðir skulu so hvør sær stuðla miðlar og film.
Nevndin heldur, at tað er betri at kringvarpið sleppur at lýsa enn at lýsingarnar fara í útlendskar miðlar.
Í uppskotinum frá nevndini verður sagt, at frammanundan verður mett um, hvat lýsingarnar fara at geva - og at KvF skal halda seg til hesa fíggjarætlan.










