– Staddur uttanlands ætlaði eg at lesa eitt sindur um, hvussu Pride riggaði í Havn í dag. Men løgið, so er tað bara vp.fo, sum hevur eina mynd og ein heilt stuttan tekst. In.fo, portal.fo, dimma.fo og kvf.fo hava ikki eitt orð...
Soleiðis skrivar Øssur Winthereig, fyrrverandi tíðindamaður í Kringvarpi Føroya, á Facebook í dag.
Og John Johannessen, tíðindamaður í Kringvarpinum og vertur og redaktørur í Degi og Viku svarar, at Kringvarp Føroyar torir ikki at dekka hetta tiltakið, og at tað snýr seg um, hvør situr við politiska valdið og harvið á játtanini til Kringvarp Føroya. Tilsipingin er beinleiðis til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, sum varðar av Kringvarpi Føroya.
Tíðindaleiðarin í Kringvaprinum, Georg L. Petersen, skrivar á sama tráði soleiðis:
»Til kunning skal eg siga, at vit sendu beinleiðis í útvarpinum í ein heilan tíma frá tiltakinum. Tveir vertir í studio við gestum, myndamanni, reportarum á staðnum umframt at innslag varð gjørt til ólavsøkusendingina í morgin.«
Hann viðmerkir ikki, um nakað er um óttan í Kringvarpinum fyri, at Jenis av Rana kann finna upp á at revsa Kringvarpið, um tey gera »ov nógv burtur úr« tiltakinum hjá LGBT í Havn.
Jenis av Rana og Miðflokkurin hava havt greiða støðu ímóti samkyndum. Tað hava tey víst í verki bæði so og so.
Men okkurt bendir á, at mótstøðan hjá Jenisi av Rana ímóti samkyndum og LGBT ikki er eins stór longur, tí í gjár hava stovnar, sum Jenis av Rana beinleiðis varðar av, flaggað við LGBT-flagginum. Í gjár flaggaði eitt nú Fróðskaparsetur Føroya við LGBT flagginum.
##med2##
Norðurlandahúsið hevur í fleiri ár flaggað við LGBT flagginum hendan dagin, og tað hevur Jenis av Rana funnist at fleiri ferðir, áðrenn hann gjørdist landsstýrismaður í mentamálum – men ikki síðani hann gjørdist landsstýrismaður. Tað sama hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, gjørt áður.
LGBT rørslan í Føroyum og Faroe Pride eru helst besta dømið um, at nógv er broytt viðvíkjandi rættindum til samkynd í Føroyum. Og sjálvt um landsstýrismaðurin í mentamálum, løgtingsformaðurin og øll samgongan eru ímóti at lata nøkur rættindi til samkynd, so tykist tað ikki hava nakra ávirkan – hóast hesi fólk sita við valdið. Tí kann staðfestast, at rættindi til samkynd í Føroyum eru komin fyri at vera, líka mikið, hvør flokkur situr við politiska valdið.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##