– Fyri hyggjaran og lurtaran verða smærri broytingar næstu vikurnar. Sjónvarpstíðindi verða nú tvey kvøld um vikuna, og í útvarpinum verða sendingarnar sum heild eitt sindur lættari, sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum í tíðindaskrivi.
Barnaútvarpið er á skránni leygar- og sunnudag. Gerandismorgnar hevur Summarmorgun tikið stafettina frá Góðan Morgun Føroyar, og seinnapartar kl. 15-17 er Ferðaliðið á skránni. Hetta er beinleiðis summarsending við góðum tónleiki, samrøðum og undirhaldi.
Í summar verður nógv gjørt við ítróttin um vikuskiftini, og vitjað verður eisini á flestu stevnum og festivalum. Nógv verður eisini gjørt burtur úr ólavsøkuni.
Guðstænastur og morgunlestrar halda fram sum vanligt, meðan aðrar sendingar um vikuskiftið so sum Also, Surk og Meg Minnist fara í summarsteðg og verða aftur 7. september, tá vetrarskráin tekur við aftur.
Næstu vikurnar er sjónvarpstíðindasendingin týskvøld og fríggjakvøld, og frá mánakvøldinum 3. august verður Dagur og Vika aftur fýra ferðir um vikuna. Ítróttarsendingin 3-2 er farin í summardvala, og hon verður aftur á skránni 24. august.
Føroysku hóskvøldssendingarnar eru aftur á skránni 17. september. Sjónvarpsguðstænastur og andaktir fara í summarsteðg, men vit endursenda møtirøðir somu tíðspunkt. Barnasendingar í sjónvarpinum halda fram sum vanligt, bæði gerandisdagar og sunnumorgnar.
Sum vanligt sendir sjónvarpið eisini á ólavsøku. Frá setanini ólavsøkuaftan, og ólavsøkudag frá skrúðgongu, guðstænastu, og tá tingið verður sett. Sjónvarpið hevur beinleiðis sending úr býnum ólavsøkuaftanskvøld.