Kringvarpið sendir DR heldur enn tunnilsviðgerð

– Hatta veit eg einki um, men eg skal kanna tað beinanvegin.

 

Tað sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri, tá vit spyrja hann, hví Kringvarpið sendir »Skattejægerne« heldur enn Tingvarpið á internetinum í dag.

 

Í sjónvarpinum sendir Kringvarpið tó úr løgtinginum, men á netinum senda tey donsku sendigina, »Skattejægerne« hjá DR1, har Mads Ejelersen í løtuni er í ferð við at keypa ein gamlan stól.

 

Um Kringvarpið heldur, at temaið »Gamle stole« er áhugaverdari enn tunnilsviðgerðin, vita vit ikki. Men vit frætta vónandi frá Dia Midjord um eina løtu.