Kringvarpið sendi ikki í morgun

Dagføring: Hvørki útvarpið ella sjónvarpið hjá Kringvarpinum hava sent í morgun og í nátt. Tá tíðindini skuldu koma kl 10 var tøgn. Men tá nakrir minuttir vóru farnir av 10, komu tíðindini kortini í luftina.

 

Tey hava gjørt tøknilgar umleggingar í nátt, men tað riggaði ikki, sum tað skuldi.

 

Nú klokkan 10, tá dagsins fyrstu tíðindi skuldu í luftina var enn ikki klárt, og framvegis hoyrist einki kis úr útvarpinum, og sjónvarpið sendir bara ein grønan skíggja.

 

Tað var annars ætlanin, at útvarpið, sjónvarpið og heimasíðuan hjá Kringvarpinum bara skuldi fara í dvala í nakrar tímar.

 

Enn er óvist, nær alt kemur í rættlag, og um tíðindi koma í luftina í morgun.