Kringvarpið rindar allarhelst

Stýrið í Krinvarpinum hevur viðgjørt spurningum um, hvør skal gjalda bótina, sum trý av starvsfólkunum hava fingið.

Stýrið fyri Kringvarp Føroya hevur viðgjørt spurningum um, hvør skal gjalda bótina, sum trý av starvsfólkinum hava fingið, eftir at tey vóru dømd fyri ærumeiðing av Jørgeni Niclasen.

Stýrið er komið til ta niðurstøðu, at fjølmiðlaábyrgdarlógin ábyrgdar Kringvarpi Føroya beinleiðis at rinda fyri endurgjald og sakarmálskostnaðir, sum starvsfólk verða dømd at rinda.

- Ásannandi tann altavgerandi týdningin sum kritiskur journalistikkur hevur í einum fólkaræði, hevur stýrið fyri Kringvarp Føroya ta áskoðan,  at útgangsstøðið er, at stovnurin endaliga ber møguligar útreiðslur til bøtur, endurgjald og sakarmálskostnað, sum starvsfólk hjá Kringvarpi Føroya, sum liður í tænastu teirra, av rættinum verða áløgd at rinda.

 

Tó so, Kringvarpið setir sum treyt, at starvsfólk ikki hava framt eina gerð, sum tey vistu, ella áttu at at vita, var skeiv. Í so fall kann Kringvarp Føroya krevja, at tey rinda kostnaðin sjálvi.

 

Spurningurin er so, um tey trý starvsfólkini vistu, ella áttu at vita, at ákærurnar vóru ærumeiðandi. Men tónin í brævinum ber brá av, at Kringvarp Føroya fer at rinda bótina og sakarmálskostnaðin fyri starvsfólkini.