Kringvarpið noktaði at rætta

Blaðstjórin og tíðindaleiðarin í Miðlahúsinum senda nú tíðindaskriv út, har teir átala tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum

Tíðindaskrivið byggir á innslagið, sum Dagur & Vika hevði í gjárkvøldið, har Kringvarpið førdi fram páhald um, at Atlantic Airways hevði keypt positiva umrøðu frá miðlunum hjá Miðlahúsinum.

 

Jón Brian Hvidfeldt og Eirikur Lindenskov føra fram, at teir seinnapartin í dag sendu Kringvarpinum áheitan um at rætta tað, sum sagt varð í sendingini, men hetta vildi Kringvarpið ikki gera. Tí hevur Miðlahúsið í kvøld sent út soljóðandi tíðindaskriv.

 

"Aftursvar til Kringvarpið

 

Eftir øllum at døma kom bland í hugtøkini, tá Dagur & Vika hóskvøldið 8. mai viðgjørdi Miðlahúsið. Róð varð framundir, at Atlantsflog keypir sær jaliga umrøðu í miðlunum hjá Miðlahúsinum. Hetta er manipulatión, ið má vísast aftur.

 

Sosialurin livir av lýsingum og hevur gjørt tað síðani 1927. Miðlahúsið virkar á privatum grundarlag, og lýsingar eru høvuðsgrundarlagið undir okkara virksemi. Tað er veruleikin hjá øllum privatum fjølmiðlum.

 

Søgan í Degi & Viku hevur sum premiss, at Atlantsflog hevur roynt at keypa fjølmiðlar til ikki at skriva kritiskt um felagið. Premissin byggir á eina útsøgn frá fyrrverandi blaðstjóranum á Dimmalætting, sum greiðir frá einum fundi fyri fleiri árum síðani, har tað ”lá í luftini” at Dimmalætting skuldi skriva positivt um Atlantsflog, skuldi blaðið gera sær tankar um at fáa í hús eina lýsingaravtalu við Atlantsflog.

 

Verturin á Degi & Viku staðfestir víðari, at ”síðani 2009 hevur Atlantsflog goldið Miðlahúsinum umleið tvær milliónir krónur umframt hópin av flogferðaseðlum.” Hvør skal siga: Tá Dimma ikki vildi spæla við, so varð farið í Miðlahúsið. Pástandurin verður hangandi í luftini. Á skíggjanum stendur samstundis teksturin ”vildi temja journalistar”.

 

Journalisturin hjá Degi & Viku greiðir síðani frá, at nevndarformaðurin í Atlantsflog á sumri í fjør ”fær frænir av avtaluni, ið hann ikki metir vera hóskandi, og avtalan varð uppsøgd, tá Jørgen Holme setti seg í stjórasessin.” Samrøðan við Niels Mortensen byggir tó á ongan hátt undir pástandin hjá journalistinum. Tvørturímóti eru tað bara leiðandi spurningarnir, ið byggja undir premissina fyri allari søguni, nevniliga at Atlantsflog skal hava keypt sær positiva umtalu.

 

Verturin á Degi & Viku greiðir síðani frá, at Magni Arge vísir aftur, at hann hevur kravt av Dimmalætting og seinni Miðlahúsinum, at tey skulu geva felagnum positiva fjølmiðlaumrøðu.

 

Víðari verður greitt frá, at ”á Sosialinum vísa tey aftur, at stóra stuðulsavtalan við Atlantsflog skal hava ávirkað tíðindaflutningin á blaðnum. Tað ger blaðið, hóast felagið fekk sera góða umrøðu í tíðindagreinum í 2012, tá umrødda avtalan var galdandi.”

 

Premissin byggir á tvey dømi. Ein grein um fyrsta túrin hjá Atlantsflog, beinleiðis til Barcelona. Journalisturin spyr síðani blaðstjóran, um greinin er úrslit av hesi lýsingaravtaluni. Svarið er nei. Hitt dømið er ein grein um Mallorca sum ferðamál, har tað í einum setningi verður nevnt, at tað ber til at ferðast til Mallorca umvegis Barcelona. Eisini her verður víst aftur, at greinin er úrslit av lýsingaravtaluni.

 

Svarini eru innlýsandi, tí tað finst eingin avtala um positiva umrøðu. Umrødda lýsingaravtalan snýr seg um lýsingartilfar. Longri er tann søgan ikki.

 

Kortini blívur Dagur & Vika við at rógva framundir, at Atlantsflog keypir sær positiva umtalu.  Enntá verður lýsingaravtalan nevnd fyri eina ”stuðulsavtalu”, og upphæddirnar fyri fleiri ár verða lagdar saman og soleiðis verður komið fram til tvær milliónir krónur.

Tað er munur á eini lýsingaravtalu og eini stuðulsavtalu. Og tað er munur á at keypa lýsingar og at keypa jaliga umrøðu í tíðindagreinum. Henda munin skulu privatu fjølmiðlarnir liva við hvønn tann einasta dag. Tað verður ofta nevnt fyri ”skottið” millum redaktión og marknaðardeild.

 

Síðstu árini hevur Kringvarpið flutt seg alsamt longri út á lýsingarmarknaðin. So eisini í Sortudíki átti tann støðan at verið væl kend.

 

Tað minsta, ið ein kann krevja av Degi & Viku er, at redaktiónin setir seg inn í grundarlagið fyri privatu fjølmiðlarnar, sum liva av lýsingum. Tá vildu vit fegin greitt frá, hvussu vit í Miðlahúsinum royna kynstrið, bæði at gera kritiskan journalistikk og fáa fíggjarliga grundarlagið undir fyritøkuni at hanga saman.

 

Hóskvøldið 8. mai valdi Dagur & Vika í staðin at brúka sína orku til at reka framundir, at Atlantsflog stýrir tíðindaflutninginum í Miðlahúsinum. Har var bara einki, ið bygdi undir uppáhaldið. Har var snøgt sagt eingin søga.

 

Afturat øllum eru faktuellir feilir í innslagnum. Til dømis varð lýsingaravtalan millum Atlantsflog og Miðlahúsið ikki søgd upp. Avtalan fór úr gildi, tá tíðarskeiðið varð runnið. Síðani er nýggj lýsingaravtala gjørd millum partarnar.

 

Eisini kunnu vit spyrja, um tað er góður fjølmiðlasiður at almannakunngera eina avtalu millum tveir privatar partar, sum er í trúnaði og er fingin til vega á ólógligan hátt?

 

Tað hevði sømt seg fyri Dagur & Viku at komið við eini rættleiðing til tíðindini um Miðlahúsið. Annars kenna vit okkum noydd at fara víðari við málinum.

 

 

 

Vinarliga

 

Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri

 

Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari"