Tað var ikki rætt, tá Kringvarpið í morgun skeyt Rás2 í skógvarnar at renna ørindi fyri Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn.
Á sera speiskan og sarkastiskan hátt royndi útvarpsmaðurin at byggja upp eina søgu um borgarstjóran, sum ikki vildi úttala seg á band til Kringvarpið í sending í sjónvarpinum mánakvøldið, »Havnin og Heðin«.
– Vit hava spekulerað uppá, nær og hvussu vit fóru at hoyra frá Heðin Mortensen aftur. Man hann fara at klippa onkran snór, geva okkum eina ítróttarhøll – ella hvussu frætta vit frá honum aftur, tá hann aftur vil tosa við fjølmiðlar.
Nakað soleiðis speirak kringvarpsmaðurin. Og so koma tað:
– Og jú mín sann um hann ikki var at hoyra í Rás2 í gjár, har hann lovaði okkum eina nýggja risa multihøll á Hálsi í Havn...
Við hesum staðfesti Kringvarpið, at kappingarneytarnir á Rás2 ongan trupulleika hava av at tosa við Heðin Mortensen – og enntá púra ókritiskt og uttan at spyrja hann um sendingina, sum var í sjónvarpinum kvøldið fyri.
Men trupulleikin hjá Kringvarpinum var bara, at premissurin fyri pástandinum var púra skeivur. Tí samrøðan við Heðin Mortensen varð send í tíðindunum á Rás2 mándagin klokkan 17 – altso áðrenn sendingina í Kringvarpinum.
Tí mátti kringvarpmaðurin – um enn treyðugt, koma við eini rættleiðing. Sjálvur kallaði hann tað eina »lítla rættleiðing« tí hann hevði ikki »verið heilt neyvur«.
Tað er sjálvandi ringt hjá kringvarpsfólki at taka í egnan barm. Men har var Kringvarpið fullkomiliga við síðuna av nøkrum sum kann kallast neyvleika. Innslagið var totalt kiksað, tí premissurin fyri søguna var slett ikki har.
Vit kunnu bara staðfesta orðatakið, at »hann, ið spottar annan, spottast sjálvur...«
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra »rættleiðingina« frá Kringvarpinum.
-------
Síðani hendan greinin varð løgd út, hevur kringvarpmaðurin í Góðan morgun Føroyar vent sær til okkara og sagt, at vit ikki hava endurgivið hann rætt. Tað sum hann segði í sendingini í morgun umleið klokkan 7:40 er sambært honum hetta:
"Tá so vit ikki síggja Heðin Mortensen í sjálvari sendingini, so var eg nokk so spentur upp á at vita, hvar síggja vit mannin næstu ferð. Er tað í samband við onkran stovn sum letur upp, onkur spaki, sum verður settur í fyri onkrari bygging ella okkurt heilt annað.
Í gjár fingu vit sjón fyri søgn. Heðin Mortensen er akkurát har hann plagar at vera, hoyrdu vit á Rás2."
Og so:
"Yes sir, Heðin Mortensen, kundi dagin eftir sendingina um seg og sítt forbrúk avdúka, at Havnin skal eina risastóra høll, sum nøktar allan tørv hjá ítróttinum, men sum eisini kann brúkast til stórar ráðstevnur, stórar framførslur, hotell og annað. Og tað segði Heðin Mortensen altso við Rás2 í gjár".