Kringvarpið leigar út

25 ár eftir at tey vórðu tikin í nýtslu eru kringvarpshúsini vorðin ov stór.

Við tí fyri eyga at skapa eitt meiri opið og virkið arbeiðspláss hevur leiðalan í íslendska kringvarpinum gjørt av miðsavna virksemið og at leiga tær báðar ovastu hæddirnar í húsnum út.

 

Hæddirnar, sum verða útleigaðar, eru tilsamans 966 fermetrar, og ætlandi verða hølini leigað út frá 1. september. 

 

Sostatt verður virksemið hjá stovninum savnað á teimum báðum niðastu hæddunum, og arbeiðið at savna virksemið har verður ætlandi liðugt um miðjan august.