Tað er nú greitt, at eisini tey trý kringvarpsfólkini, sum vórðu dømd fyri at ærumeiða Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, fara at kæra dómin fyri landsrættinum.
Tað boða tey trý, Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum, Liljan Weihe, tíðindaleiðari og Jan Lamhauge, journalistur, frá beint nú.
Áður hevur tann fjórði, sum varð dømdur, Sveinur Tróndarson, eisini gjørt av at leggjadómin inn fyri landsrættin og sostatt hava øll tey fýra dømdu kært dómin
Tey eru dømd fyri at hava lagt Jørgen Niclasen undir at hava framt revsiverd viðurskifti, uttan at tey høvdu nakað grundarlag fyri tí.
Føroya rættur staðfestir, at virkið, Jørgen Niclasen var stjóri fyri, seldi vørur, sum ikki vóru tollaðar. Men grundarlag er ikki fyri at siga, at hann hevur snýtt landskassan í tolli, tí myndugleikarnir vistu av hesum, men gjørdi einki. Samstundis hevði løgreglan mett um málið, men kom til ta niðurstøðu, at onki revsivert kundi staðfestast - og tað vistu tey dømdu av alla tíðina
Men tey trý kringvarpsfólkini hefta seg serliga á hetta brotið í dóminum, har dómarin sigur, at |
… Det er ligeledes væsentligt, at det i et lille samfund som det færøske er en demokratisk nødvendighed, at folkevalgte politikere ikke forsvarvsløst skal kunne udsættes for dækningsløse sigtelser for strafbare forhold i de lokale massemedier, da man i modsat fald kan risikere, at den nødvendige minimumsrekruttering av opstillede til politiske valg trues …
- Dómurin staðfestur sostatt, at føroysku miðlarnir ikki hava sama rásarúm sum miðlar úti í heimi, siga tey trý kringvarpsfólkini.
- Vit halda, at føroya fólk eigur sama rætt til miðlafrælsi sum fólk í demokratiskum londum, og tí má Landsrætturin fáa høvi at viga dómin, leggja tey afturat.