Í dag setti Kvf aftur øll journalistisk prinsipp til viks
Summir journalistar elska at sleppa "snerkja" politikarar yvir eldinum. Og høvið er ongantíð so gott sum tá tað er val.
Politikaranum tørvar journalistin, tí honum tørvar umrøðuna. Men journalisturin setur dagsskránna. Hann stýrir kjakinum. Hann ger av hvat tosast skal um, og hvussu long svarini kunnu vera.
Politikarin er, pr. definitión, í verjustøðu. Eitt val-interview er ein kampur, har politikarin aldrin kann fáa annað enn javnleik.
Val er dreymalandið hjá politiskum journalistum.
Tað er í fínasta lagi og skal avgjørt vera so - um tað altso verður gingið líka hart á øll. Tí hendan uppgávan hjá journalistum hevur sera stóran týdning.
Øll prinsipp strikað
Men viðhvørt fara journalistar eitt stig longur.
Í dag var ein sending, har ein journalistur interviewaði ein annan journalist og eitt marknaðarfólk - um tveir politikarar.
Og tá so er, setir journalisturin, sum spyr, bráddliga øll síni annars hvast brýndu fakligu prinsipp til viks!
Tá journalistur skal interviewast og politikararnir umrøðast, kemur eingin mótspurningur, og eingin verður kravdur eftir nakrari grundgeving.
Tá kunnu fólk tosa frítt - uttan at fáa nakað mótspæl yvirhøvur. Og tá mann tosar um politikarar, er alt jú loyvt.
So tey kunnu gita. Og illgita. Tey kunnu dissekera hvørt eygnabrá, hvørja lítla pausu og hvørt lítið orð hjá politikarunum. Tey kunnu analysera teirra slips ella litin á teirra skjúrtuknappum.
Og so kunnu tey lesa akkurát tann týdning inn í alt hetta, sum tey sjálv vilja. Tey hava alla maktina, tí eingin er har at svara aftur, og eingin setir ein spurning.
Tey kunnu eisini kalla politikaran fyri ein lítlan hund, um tað fellur teimum inn.
Tey gera akkurát, sum tey vilja. Sumt er beinleiðis lygn. Men tað ger einki. Alt er ókeypis, og eingin skal svara fyri nakað.
Og um politikarin dittar sær at svara aftur, er tað helst bara ringast fyri hann.
Men viðhvørt má mann svara kortini.