Tað var undir HM-sendingunum hjá Kringvarpi Føroya, at føroyingum varð borðreitt við rúsdrekkalýsingum, ið sum flestum kunnugt, eru ólógligar í Føroyum.
Les eisini Brennivínslýsing í sjónvarpinum
Eftir at hava sett seg inn í og kanna málið, avgjørdi Linda Hesselberg, ákæri, ikki at revsa Kringvarpið fyri nakað lógarbrot, men at geva eina ávarig, um at um slíkt endurtók seg, fór tað at viðføra revsing.
Hon ger greitt, at lýsingar fyri rúsdrekkaløgir sterkari enn 2,8% eru bannaðar í Føroyum.
Í hesum førinum var talan um, at Kringvarp Føroya samsendi við TV2. Linda Hesselberg sigur, at við tað, at sendingarnar vóru sendar um føroyska sendinetið, og rúsdrekkalýsingarnar við teimum, er tað at fata sum, at Kringvarpið sendi lýsingarnar, og tískil var rúsdrekkalógin brotin. Tó við tí fyrivarni, at lýsinganar vóru um rúsdrekka sterkari enn 2,8%.
Eftir at in.fo vendi sær til Lindu Hesselberg við málinum, setti hon seg í samband við Dia Midjord, kringvarpsstjóra. Dia Midjord hevur givið henni eina frágreiðing um málið. Sum skilst, og sum Dia Midjord eisini segði við in.fo, var talan um eitt mistak frá Kringvarpsins síðu, og Dia Midjord hevur lovað, at hetta ikki fer at henda aftur.
Linda Hesselberg hevur tí gjørt av, at ikki gera nakað meiri við málið, annað enn at ávara Kringvarp Føroya um, at um hetta skuldi endurtikið seg, so verður Kringvarp Føroya revsað.
Tá Kringvarp Føroya aftur samsendi við TV2, eftir at stovnurin var gjørdur varugur við rúsdrekkalýsingarnar, kutaði Kringvarpið signali frá TV2 í hálvleikinum og vísti eina stutta norska sending, áðrenn teir so tendraðu signali hjá TV2 aftur, tá annar hálvleikur byrjaði. Hetta var í dystinum millum Týskland og USA.









