- Mær hevur altíð dámt væl at siga fúl orð: pissilingur, reyvarhol, fisa. Men eg tordi ongantíð at siga fúlari orð enn ´snoribolli. Soleiðis var mín ungdómur í Føroyum – eg tordi ikki at vera tann, eg var.
Ein skuldi ikki trúð, at hetta brotið var tikið úr einum Grækarismessuhaldi. Hetta brotið boðar ikki júst frá tjóðskaparligum vártónum eins og ´Tjaldur ver vælkomið´. Men tað er tað. Hetta brotið er úr Grækarismessuhaldinum, ið varð hildið í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv í Keypmannahavn.
Orðini eigur Dennis Agerblad – umstríddur føroyskur tónleikari og listarfólk. Við fúlu orðunum greiður Dennis Agerblad frá, hvussu tað var at vera samkyndur og ´crossdressari´ í Føroyum. Dennis dámar væl at ganga í kjóla, men honum dámar eisini at ganga í mannfólkaklæðum. Tí kallar hann seg ´crossdressara´ - eitt sindur av hvørjum. Men Dennis Agerblad býr ikki í Føroyum longur. Hann er útiseti, ella rættari sagt – eitt tjaldur. Júst eins og aðrir føroyskir útisetar, sum vóru komnir saman at heiðra tjaldrinum og várinum hendan sólskynsdag.
Tjaldur ver vælkomið – til Vesturbrúgv
Grækarismessudag – tann 12 mars. hittast fólk í Føroyum til tess at gleðast um, at loksins er Tjaldrið komið. Tjóðfulgur okkara við eyðkenda ´klipp klipp´ ljóðinum. Tjaldrið er ein flytifulgur – hann er burtur um veturin, men kemur heim um várið, og steðgar í nakrar mánaðir. júst eins og útisetar. Við sær á ferðini hevur tjaldrið várið – nakað, ið kemur væl við aftaná ein langan, føroyskan vetur. Júst føroyski veturin er orsøkin til, at Sissal Kampmann og Marita Dalsgaard valdu at hava hetta Grækarismessuhaldið.
- Veturin í Føroyum hevur verið so langur og drúgvur í ár. Vit vilja gleðast um, at várið loksins er komið. Tískil fekk hetta tiltakið heitið ´Kom Vár´, sigur Sissal Kampmann, sum er yrkjari búsitandi í Keypmannahavn.
Á skránni var tískil nógv undirhald, ið hevði tilknýti til várið. Ikki neyðugvís nakað, ið vit vanliga seta í samband við siðbundin Grækarismessuhald. Hetta var heilt tilvitað – tað skuldi vera øðrvísi í ár. Millum annað var prát við sexolog, prát um list, tulking av Hørpurímu, sjónleikur og ikki minst sýning av filmi, ið Dennis Agerblad hevur framleitt.. Filmurin hjá Dennis fekk eisini lyft nógvar eygnabrýr og málað nøkur smíl á andlitini á teimum umleið 50 fólkunum, ið vóru komin saman at hátíðarhalda tjaldrinum, sum stóð útstappað á borðinum.
Tó var eisini rúm fyri serføroyskum tilfari. Á borðinum stóð ræstur fiskur og garnatálg, eins og føroyski dansurin rungaði í Føroyahúsinum.
Ársins Tjaldur er…
Hetta er fyrstu ferð, at ein heiðursløn verður fyri ´Ársins Tjaldur´. Hendan heiðursløn verður í ár latin einum persóni, virki, felagi ella stovni, ið á serligan hátt hevur megnað at formiðla føroyska mentan ella tíðini.
- Heiðurslønin betrar um korini hjá útisetum, siga Sissal Kampmann og Marita Dalsgaard, áðrenn tær avdúka, hvøn vinnarin er.
- Ársins Tjaldur er Kringvarpi Føroya fyri nettænastuna. Kringvarp Føroya fær fólk, ið liva sum eitt tjaldur, at kenna seg heima, siga Sissal Kampmann og Marita Dalsgaard.
- Vit avspegla okkara samfelag og miðla tað út gjøgnum útvarp, sjónvarp og nettænastu. Vit royna støðugt at flyta mørkini – ja, sjálvt Bogi Godtfred hevur lært at leggja tilfar út á heimasíðuna, segði Lív Mortensen í einum skemtiligum tóna. Lív Mortensen, ið arbeiðir fyri Kringvarp Føroya, tók móti heiðurslønini vegna Dia Midjord.










