Kringvarpið fer ikki longur at hava lýsingar mitt inni í sendingini, Orrustan, sum er ein spurnakapping í sjónvarpinum ætlað børnum millum 10 og 13 ár. Tað boðar brúkaraumboðið frá í morgun. Mitt í sendingini hevði Kringvarpið ananrs lýsingar við vinningunum í sendingini. - Eftir at ivi tók seg upp um tað var brot á góðan marknaðarføringssið at hava lýsingar fyri vinningum inni í sendingini, spurdi Kringvarpið seg fyri hjá Brúkaraumboðnum.
Brúkaraumboðnum sigur, at í lógini um kringvarp, verður sagt, at greiður skilnaður skal vera millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering.
Brúkaraumboðið vísir eisini til lógina um marknaðarføring, sum hevur eina serliga grein um marknaðarføring til børn og ung. |
Har stendur, at atlit skulu til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.
- Brúkaraumboðið vísir á, at tá lýsingar verða bornar fram, má ungi málbólkurin ikki vera í iva um, at talan er um eina sølufremjandi lýsing. Tað kann verða trupult hjá børnum og ungum at skina á, um talan er um eina lýsing ella um programminnihald.
Tí mælti Brúkaraumboðið Kringvarpinum til at taka lýsingarnar úr sendingini. Og eru vinningar í sendingini, mælir Brúkaraumboðið Kringvarpinum til at upplýsa um teir á stuttan og óheftan hátt, har bert verður upplýst um slag og td. skap og ikki um veitarar og búmerki hjá teimum.