Kringvarpið ber skeiv tíðindi

Føroya arbeiðsgevarafelag leggur Kringvarp Føroya undir at koma við villeiðandi upplýsingum í sendingini Við hjálp frá góðum fólki

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil vera við, at sendingin Við hjálp frá góðum fólki í Kringvarpinum hóskvøldið og Dagur og Vika fríggjakvøldið í farnu viku geva fólki skeiva fatan av lønarlagnum innan handilsøkið.

Í Kringvarpinum var ført fram, at lønarlagið hjá einum kassafólki í einum handli er millum 14.000 og 18.0000 krónur um mánaðin. Hetta er ikki rætt, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K er mánaðarlønin hjá einum, sum arbeiðir fulla tíð millum 18.000 og 21.000 krónur. Harumframt eru flestu hesi starvsfólkini innan handilsvinnuna fevnd av starvsmannalógini. Sambært henni hava starvsfólkini rætt til løn undir sjúku og hava tríggjar mánaðir uppsagnartíð longu eftir seks mánaðum í starvi.

- Hetta eru munandi betri treytir, enn fólk á privata arbeiðsmarknaðinum hava, og er alsi ikki ein vánalig løn, um samanborið verður við onnur størv, segði Marita Rasmussen í samrøðu við Rás 2.

Marita Rasmussen greiðir frá, at Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera alla æru vert, at Kringvarpið varpar ljós á korini hjá illa støddum í Føroyum, men heldur tað vera átaluvert, at tey ikki tryggja sær, at tey nýta røttu tølini, hvørki í dokumentarsendingini ella tíðindasendingini. 

- Almenningurin eigur og skal kunna ganga út frá, at tíðindafólkini seta seg inn í tey viðurskifti, sum sendingin viðger, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Eitt, sum fólk hava bitið merki í, sum varð sagt í sendingini var, at eina kvinnan mátti stempla út, tá hon fór til døgurða. Her ger Marita Rasmussen greitt, at tað er púra í tráð við sáttmálan.

- Sáttmálin staðfestir, at arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, umframt matartíð, sigur Marita Rasmussen, sum váttar, at arbeiðsgevarin tí hevur rætt til at biðja arbeiðstakaran stempla út, tá viðkomandi fer í matarsteðg.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Maritu Rasmussen