Kringvarpið aktar ikki Fíggjarmálaráðið

Kringvarp Føroya fremur beinleiðis brot á rundskriv frá Fíggjarmálaráðnum, sum áleggur øllum almennum stovnum at bjóða út vøru- og tænastukeyp, sum kostar meira enn 50.000 krónur.

Kringvarp Føroya fremur beinleiðis brot á rundskriv frá Fíggjarmálaráðnum, sum áleggur øllum almennum stovnum at bjóða út vøru- og tænastukeyp, sum kostar meira enn 50.000 krónur.

 

Tað ger Kringvarpið við ikki at bjóða út arbeiðið at gera nýggjárssendingina í sjónvarpinum nýggjársaftan, so sum Kringvarpið átti at gjørt.

 

Rundskrivið frá Fíggjarmálaráðnum kom í gildi 1. oktober í ár. Kringvarpið skrivaði undir sáttmála við Sp/F Fjølvinnu um nýggjárssendingina tann 23. desember í ár – uttan á nakran hátt at bjóða arbeiðið út.

 

Sp/F Fjølvinna er eitt endurstovnað konkursfelag, sum skal gera nýggjárssendingina í Kringvarpinum nýggjársaftan. Sp/F Fjølvinna varð strikað úr partafelagsskrásetingini 1. mars í 2012. Sambært uppgerð hjá Taks, so skyldaði felagið, tá tað fór á húsagang í fjør, 28.781 krónur í MVG. Hesar pengar hevur landið avskrivað og mist.

 

Tá avtalan varð undirskrivað, vóru bara tveir yrkadagar eftir, til nýggjársendingin skuldi í luftina. Longu 15. november boðaði Dia Midjord, kringvarpsstjóri, frá, at avtala var gjørd við eitt felag, sum hann ikki vildi avdúka. Hóast Miðlahúsið bað um innlit, sum átti at verið givið í seinasta lagið 29. november, so fekk Miðlahúsið ikki innlit fyrr enn 23. desember, tá sáttmálin við Sp/F Fjølvinnu eisini er undirskrivaður.

 

Sp/F Fjølvinna hevur soleiðis fyrireikað sendingina, uttan at sáttmálin var undirskrivaður. Men tað merkir eisini, at Dia Midjord og Kringvarpið beinleiðis hava forbrotið seg ímóti boðum frá Fíggjarmálaráðnum, sum krevur, at ein sáttmáli, sum hesin, ið kostar meira enn 50.000 krónur, skal bjóðast út.

 

Rundskrivið frá Fíggjarmálaráðnum kann takast niður VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Lesið eisini:Landið misti pengar upp á nýggjárssending-felag

 

Lesið eisini: Stjórin í Kringvarpinum: Eingin trupulleiki

 

Les eisini: Kringvarpið á eggini

 

Les eisini:Kreativur Nýggjárssáttmáli