Kringvarpið aftur í nevnd

Feilur var í áltinum frá mentanarnevndini, sum varð lagt fyri tingið. Tí bað formaðurin í Mentanarnevndini, Bjarni Djurholm, um at fáa málið aftur í nevnd.

– Tað er komnar onkrar tekniskar misskiljingar uppí, tá vit skrivaðu álitið. Eg havi tosað við nevndarlimirnar í Mentanarnevndini um tað og fari at heita á tingið um at fáa málið aftur í nevnd.

 

Tað segði Bjarni Djurholm, sum var fyrstur at taka orðið, tá uppskotið frá Rigmor Dam og Gunvør Balle um m. a. at frítaka kringvarpsgjaldið fyri mvg og at banna Kringvarpinum at selja lýsingar og sponsorat var á skránni í Løgtinginum fyri løtu síðani.

 

Tá slík áheitan kemur, so skal Løgtingið taka støðu til tað og atkvøða. 32 tingfólk atkvøddu fyri, at málið skal aftur í Mentanarnevndina.

 

Uppskotið hjá teimum báðum gongur út uppá at útvega Kringvarpin um fleiri inntøkur við at frítaka kringvarpsgjaldið fyri mvg. Tað gevur Kringvaprinum eina meirinntøku upp á 11,5 milliónir krónur. Men afturfyri skal Kringvarpið ikki sleppa at selja lýsingar og sponsorat.

 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálanum, arbeiðir við einum »miðlapakka«, sum hann kallar tað. Hesin pakki hevur nøkurlunda sama innihald. Men semja er ikki í samgonguni um, at Kringvarpið skal hava fleiri inntøkur. Sum skilst er tí ætlanini – um so verður, at kringvarpsgjaldið verður frítikið fyri mvg – at Kringvarpið ikki fær allar pengarnar, men at skattgjaldarin skal fáa ein part av hesum við einum lægri kringvarpsgjaldi.