Á tingfundinum í morgin fer løgtingið aftur at viðgera uppskotið frá Rigmor Dam og Gunvør Balle um at frítaka kringvarpsgjaldið fyri MVG og at nokta Kringvarpinum at selja lýsingar og sponsorat í útvarpinum. Talan er um aðru viðgerð av uppskotinum, og tá verður lagnan hjá uppskotinum greið, tá atkvøtt verður.
Tað framgekk týðuliga undir fyrstu viðgerð, at samgongan ikki ætlar at taka undir við uppskotinum. Men Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, arbeiðir við einum líknandi uppskoti.
Undir viðgerðini av munnligum fyrispurningi frá Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum mikudagin um privatisering av Kringvarpinum kom fram, hvat landsstýrismaðurin ætlar. Hann greiddi frá, at hann arbeiðir við at taka rætting til lýsingar og sponsorat frá Kringvarpinum og at frítaka kringvarpsgjaldið fyri MVG eisini. Men hóast landsstýrismaðurin kanska vildi, so fær hann ikki undirtøku fyri hesum í samgonguni, og als ikki úr Fíggjarmálaráðnu, har Jørgen Niclasen roynir at fáa fíggjarlógina at hanga saman.
Tað tyktiskit ikki greitt, hvørja lagnu uppskotið frá Bjørn Kalsø fær, men tað tykist greitt, at meiriluti ikki er fyri andstøðuuppskotinum.
Onnur mál eru eisini á skránni til tingfundin í morgin. Tingskráin sær soleiðis út:
Týsdagur, 4. Mars 2014, kl. 11:00
1. Val av einum løgtingsgrannskoðara
2. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 59/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi helsuskipanir fyri børn og ung
3. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 57/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
4. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 50/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 78/2013: Uppskot til samtyktar um mørk fyri gjøldum á grundleggjandi fíggjartænastum, og rætt til lønarkonto uttan gjald Málið verður beint í Fíggjarnevndina
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 79/2013: Uppskot til samtyktar um avmarking av samfelagsliga váðanum av útlendskum bankavirksemi Málið verður beint í Fíggjarnevndina
7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 86/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap Málið verður beint í Vinnunevndina
8. Framløga