Við Rás2 segði Bjarni Djurholm í dag, at hann heldur Kringvarpið nú gongur á eggini fyri, hvat eitt alment monopol kann loyva sær. Hetta sigur hann í sambandi við, at Kringvarpið aftur í ár hevur gjørt avtalu við triða part um at framleiða nýggjárssending, og har sami triði partur fær allar lýsingarinntøkur, sum sendingin kastar av sær.
- Kringvarpið hevur eina inntøku upp á nakrar og hálvtrýss milliónir, og so átti stovnurin at kunna gjørt eina slíka sending innan fyri teir karmar, sum tey hava, segði Bjarni Djurholm millum annað við Rás2.
Samrøðan, sum varð gjørd í dag, kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.









