Kringvarpið 60 ár: Kapping um at skriva útvarpsleik

Í sambandi við, at 60 ár í dag eru liðin, síðani Útvarpið varð stovnað, bjóðar Kringvarp Føroyar til kapping um at skriva útvarpsleik.

 

– Útvarpsleikir eru aftur vorðnir sera vælumtóktir í londunum rundan um okkum, og seinni árini eru fleiri kendar sjónvarpsrøðir gjørdar til útvarpsleik. Útvarpsleikir eru eisini millum mest krevjandi sendingar í útvarpi, bæði í tilgerð og fígging, men ein góður útvarpsleikur er útvarp á hægsta stigi, skrivar Kringvarpið.

 

– Í samband við at tað 6. februar 2017 eru 60 ár síðani, at útvarpið í Kringvarpi Føroya fór at senda, lýsir Kringvarpið við hesum til kapping at skriva handrit til føroyskan útvarpsleik.

 

SAMTÍÐ

Endamálið við kappingini er at stuðla uppundir, at nýggir útvarpsleikir verða gjørdir og at fáa til vega nýggj handrit at brúka í Kringvarpi Føroya. Handritini skulu verða soleiðis, at tey sum liðug útvarpssending geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skal leikritið hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar uppundir huglagi í leikinum.

 

TREYTIR

Dentur verður lagdur á, at handritið til nýggjan føroyskan útvarpsleik endurspeglar nútíðarsamfelagið. Handritið skal vera til leik, sum varir umleið 30 minuttir í útvarpi. Hetta svarar vanliga til 12-15 síður. Leikararnir skulu vera í minsta lagi tveir og í mesta lagi átta í tali. Handritið, sum skal verða klárt hjá teknisku framleiðslu útvarpsins at seta í verk, skal vera skrivað á føroyskum máli. Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata virðislønina, heldur hon tey innkomnu handritini ikki verða virðislønarverd.

 

VIRÐISLØN

Latin verður ein virðisløn á 25.000 kr til vinnandi handritið. Onnur virðisløn er 10.000kr.

 

Vinnandi útvarpsleikurin verður sendur í Kringvarpi Føroya. Harumframt verður eisini eitt úrval av innkomnu handritinum sent í Kringvarpinum.

 

DÓMSNEVND

Til at viðgera tey innsendu handritini er ein dómsnevnd sett. Í nevndini eru Jenny Petersen, Bergur D. Hansen, Elin á Rógvu og Páll Danielsen.

 

FREIST

Handritið til nýggjan føroyskan útvarpsleik skal latast dulnevnt við frámerki. Saman við handritinum skal latast inn afturlatin brævbjálvi við sama frámerki uttan og við navnaseðli í, sum sigur, hvør ið hevur skrivað. Handritið skal vera latið inn í seinasta lagi hin 20. apríl 2017.