Kringvarpið viðger ikki egin mistøk

Stutt fyri jól fanst Kringvarp Føroya hvassliga at Starvsmannafelagnum fyri hava sett ein kunningarráðgeva í starv, uttan at hava lýst starvið leyst frammanundan. Hetta varð viðgjørt í fleiri tíðindasendingum, men nú Kringvarp Føroya sjálvt hevur sett trý fólk í starv uttan at lýsa hesi leys frammanundan, hava tey einki gjørt við hetta mál í tíðindasendingunum.

Øðrvísi var tann 21. desember í fjør, tá Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya kravdi svar frá forkvinnuni í Starvsmannafelagnum, Selmu Ellingsgaard, um hví hon hevði sett ein kunningarráðgeva í starv, uttan at lýsa starvið leyst. Men nú eitt ógvuliga meinlíkt mál er at finna í Kringvarpi Føroya, hoyra vit einki um tað í tíðindunum hjá Kringvarpinum.

Undir øllum umstøðum hevur Kringvarp Føroya ikki gjørt nakað við málið enn, og nýggi tíðindaleiðarin í Útvarpinum, Beinta Løwe Jacobsen, sigur seg heldur ikki hava nakra viðmerking til málið.

Hetta hóast tað á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stendur soleiðis at lesa í einum tíðindastubba frá 21. desember 2010:

»Starvsmannafelagið, sum javnan hevur fremstafingur á lofti, tá almenn størv ikki verða lýst leys, hevur nú sjálvt brotið hesa meginreglu. Felagið hevur sett ein kunningarráðgeva í starv í eitt hálvt ár, men starvið er ikki lýst leys«.

Kringvarpið setti ikki eitt, men trý fólk, í starv í 2011. Í dag skriva vit 5. januar, men higartil hevur eingin journalistur í Kringvarpinum tikið málið upp og tíðindaleiðarin ynskir heldur ikki at greiða frá, hví hetta málið ikki er vert at taka upp.