Kringvarpið vísir Melodi Grand Prix

Allir føroyingar fáa møguleikan at síggja Carlsen-systrarnar luttaka í Melodi Grand Prix leygarkvøldið. KVF sendir beinleiðis frá tiltakinum.

 

Barbara Samuelsen, mentanarleiðari í Kringvarpi Føroya, váttar fyri Miðlahúsinum, at KVF leygarkvøldið fer at senda donsku finaluna í Melodi Grand Prix.

 

- Avtalan bleiv gjørd fyri eini løtu síðani. Talan er um eina samsending við DR, so vit senda tað sama sum verður víst á DR1, sigur hon.

 

Finalan, har Carlsen-systrarnar skulu á pallin sum sjeynda nummarið, verður leygarkvøldið í Ålborg. Tær tríggjar, Vanja, Laila og Barbara, eru longu farnar til Ålborg at fyrireika seg til stóru finaluna.

 

Barbara Samuelsen sigur, at umframt at sjónvarpið sendir finaluna leygarkvøldið, fer Melodi Grand Prix at seta sín dám á útvarpsskránna.

- Í Nón í morgin verður Melodi Grand Prix tema, og vit gera eisini okkurt burtur úr bæði í morgunsendingini og leygardagssendingini, sigur hon.