Elin í Stórustovu og Kaj Joensen vera vertirnir á gólvinum, samstundis, sum Súni Merkistein og Fróði Laksagarð vera við kjakborðið, tá Kringvarpið fer at senda beinleiðis nýggjárssending úr Tórsgøtu. Elitan úr føroyskum tónleiki og ítrótti er boðin við. Tann besti av øllum skal finnast út á kvøldið í bæði tónleiki og ítrótti, har Jens Marni Hansen og Pál Joensen mugu vera mettir at vera avgjørdir favorittar. Jens Marni vann tvær Planet Awards og Pál Joensen er ungdóms evropameistari og hevur svomið skjótastu juniortíð í heiminum, men áðrenn hetta verður avgjørt verður ymiskt annað á skránni.
Tað vera nevniliga undirhald, gestir, live tónleikur og innsløg úr árinum, ið fór innan ítrótt og tónleik. Tónleikurin, ið verður framførdur í Tórsgøtu er veittur av tíggju ymiskum bólkum ella tónleikarum.
Góð Tórsgøta
- Vit kundu ikki ynskt okkum ein betur kolissu. Hon er her, og okkum nýtist ikki at gera nakað fyri at betra hana. Ein annar fyrimunur er, at vit kunnu nýta streym frá tjóðpallinum og hava bæði backstage og afterparty í Hotel Tórshavn. Tað tekniska hevði verið einasti fyrimunurin við at verið í útvarpshøllini heldur enn her, men so høvdu vit verið noydd at smíða eina kolissu sjálvi, sigur Bjarnheðin í Hoyvík avgjørdur.
Í túninum er stórt tjald sett upp, og hetta skal vera ein náttúrligur útbygningur av reinsaríðnum.
- Tað er eitt rímiliga lítið høli, og tí hava vit avgjørt at byggja út við tjaldinum, har fólk skipa fyri eini barr eisini, greiðir Bjarnheðin í Hoyvík frá.
Verri myndir
Framleiðarin er tó eitt sindur skeptiskur, tá tað kemur til at framleiða myndirnar.
- Her er so lágt til loftið, at vit ikki kunnu nýta kranar ella nakað. Tað er eisini ein stór avbjóðing, at gera ljósið nøktandi, og mann kann tí ikki rokna við perfektum myndum, metir Bjarnheðin í Hoyvík.
Seta upp uttanfyri
Av tí, at tiltakið ikki er alment, verður ikki møguleiki hjá fleiri enn teimum innbodnu at leita sær á reinstaríið, men framleiðarin kundi hugsað sær at bjóða fleir fólkum í Tórsgøtu, meðan sendingin verður frá 20-23 nýggjársaftan.
- Um veðrið verður til vildar, so seta vit ein bil uttanfyri, soleiðis at vit fáa seint beinleiðis ljós og ljóð á ein stórskýggja uttanfyri. Soleiðis fáa fleiri møguleika at luttaka, greiðir Bjarnheðin í Hoyvík frá.
Arbeitt í tveir mánaðir
Hóast nógvar uppsagnir hava verið í Kringvarpinum, og tað í mongum førum kennir seg skert, so verður stjørnukast gjørt uttan serligar avmarkingar.
- Vit avgjørdu fyri tveimum mánaðum síðani at skipa fyri hesum tiltakinum. Sjálvandi kostar tað eitt sindur av peningi at gera eina so stóra framleiðslu, men tað er ikki dýrari enn so nógv annað, metir Bjarnheðin í Hoyvík.
Í annaðkvøld, tá sendingin verður sett í gongd, verða eini 20 fólk til arbeiðis, fyrireikingarnar hava gingið fyri seg í tveir mánaðir, men tað mesta av arbeiðinum var gjørt í døgunum fyri jól.









