Kringvarpið um skattin

Ymiskt er sum bendir á, at pol­itiskur vilji er til at greiða fíggjarfløkjuna í Kringvarpi Føroya.

Aksel V. Johannesen mæl­ir í grein her í blaðnum dag til, at løgtingið ásetir ein kring­varps­skatt, ið eins og kirkju­skatt­ur­in er leysur av fíggj­ar­lóg­ini – ein skatt­ur, sum politikararnir ikki skulu taka støðu til á hvørjum ári.
Sambært uppskotinum verð­ur gjald­­ið 0,7 prosent fyri hvønn skatt­gjald­ara. Á henda hátt fær Kring­varp­ið 60 mill­i­ónir um árið. Ein stak­ur pen­sjón­ist­ur rind­ar tá 450 krónur um ár­ið móti 3.625. Ein við inn­tøku upp á 300.000 rindar 2.100 og tann við eini inn­tøku upp á eina mill­i­ón rindar tá 7.000 í kring­varps­gjaldi um árið.
Ein slíkur háttur hevði í øll­um førum verið ein loysn. Høgni Hoydal tosar eis­ini um eina loysn við at fáa kring­varps­gjaldið um skattin, og formaðurin í Mentanarnevnd løgtingsins, Bjarni Djurholm tosar eisini um eina loysn uttan spøl og lýsingar.
Og tað ber til at fáa eina slíka loysn longu frá nýggj­ár­i­n­um, um slíkt uppskot kem­ur í tingið.
Soleiðis fær Kringvarpið eitt trygt fíggj­ar­ligt grund­ar­lag. Men tað er av al­stór­um týd­nin­gini, at hand­ils­lýs­ing­ar fara burt­ur úr Kring­varp­i­num. Vit hava longu sæð, hvussu stóran skaða hand­ils­lýs­ing­ar­nar hava gjørt bæði Kring­varp­i­num – og hin­um miðl­u­num, sum missa inn­tøk­ur av ó­jøvnu kapp­ing­ini frá Kring­varp­i­num.
At Kringvarpið hevur brúkt so nógva orku til at leggja sína skrá yvir skránna hjá Rás2 fyri at halda lurt­ar­u­num til Kring­varp­ið – so­leið­is at Kring­varpið kann »halda upp á lurtararnar« og selja fleiri lýs­ing­ar er prógv um, hvussu táp­u­ligt tað er at fíggja eitt al­ment pub­lic ser­vice kring­varp á henda hátt.
Men tað krevur sjálvandi, at Kring­varp­ið verður stýrt við á­byrgd. Tað er tað so ikki sein­astu árini. Kring­varp­s­stýr­ið hev­ur sína stóru á­byrgd. Gamla leiðslan hevur sína stóru ábrygd. Nýggi stjór­in er sjálvandi gyrdur í brøk­ur, men hann steðgaði ikki á, með­an tíð var. Sparitiltøkini, sum nú verða sett í verk eru ar­móðs­tekin.
Tá kringvarpsleiðslan í óðum verkum vil siga 30 fólkum – ella øllum – úr starvi, so er okk­urt sum bend­ir á, at leiðslan vil rudda upp. Kanska eru tað fólk, sum leiðsl­an vil sleppa av við. Gaml­ir vanar sum gera, at summi sleppa at gera minni til nyttu enn onnur. Slíkir ó­van­ar búnast í vikrjum við vánaligari leiðslu.
Men øll eru tó góð við Kring­varp­ið, tí vit virða tann ment­an­ar­liga týdn­ing, sum stovnurin hev­ur. Tí eiga vit at finna eina loysn. Ein beinleiðis kring­­varps­­skatt­­ur kann vera rætta loysn­­in til eitt kring­varp í fólks­ins tænastu, sum ikki skal grunda sítt til­ver­u­grund­ar­lag á fjant og fjas og spæl og lýsingar.
Nú er gylt høvi at rudda upp í Kringvarpinum – frá stýrinum og allan vegin niður gjøgnum stovnin.