Kringvarpið í summar

Arbeiðið at flyta alt Kringvarpið niðan í Sortudíki fer at ávirka sjónvarpsskránna í summar. Eitt nú fer Dagur og Vika í summarferiu, og sjónvarpstíðindasendingin verður ikki á skránni í juli og tvær vikur í august

– Tað er sjálvandi harmiligt, at Kringvarpið hevur so lang­an steðg við sjón­varps­tíð­indum, men vit vóna, at hyggjararnir bera yvir við okkum. Tøkniliga út­gerð­in hjá sjónvarpinum í Vørðsluni skal takast nið­ur og setast upp aftur í Kring­varpshúsinum í Sortu­díki, og hetta er eitt stórt arbeiði, sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum.
Nýggj sjónvarpsstova verður innrættað í ein­ari av teimum størru út­varps­stov­­unum. Eftir ætlan verð­­ur arbeiðið liðugt í sep­tember. Bygningarnir í M. A. Winthersgøtu eru seldir, og sjónvarpið skal flyta út í summar. Í hesum sambandi er neyðugt at gera eina fyri­bils sjónvarpsstovu, haðani vit senda Dag og Viku, til nýggja sjónvarpsstovan er klár í heyst.

Útvarpið í summar
Summarskráin í útvarpinum byrjar 10. juni.
Góðan Morgun Føroyar verður til Summarmorgun, og sendingin verður nakað stytt. Barnaútvarpið steðg­ar ger­andis­morgnar, men heldur tó fram um viku­­skift­ini. Brunsj fer í summar­steðg og í staðin verð­ur tón­leikasending við lætt­ari práti á skránni.
Fyrrapartar kl. 11 hava vit eina endursending úr savninum. Seinnapartar eru lættar tónleikasendingar, men kl. 15 hava vit eina bein­­leiðis summarsending, har samrøður, undirhald og góður tónleikur er at hoyra í tveir tímar. Eftir tíðindini á kvøldi verða skaldsøgur lisnar, eins og hoyrispøl eru at hoyra. Útvarpið gevst við sendingum eftir tíðindini kl 21, tá náttarrásin tekur yvir.
Um vikuskiftini hava vit eina ítróttarsending, nú fótbólturin og kappróðurin eru í “hásesong”. Eisini fer útvarpið at vitja á stevnum og festivalum, umframt at vit sjálvandi eisini senda nógv frá ólavsøkuni.
Aðrar sendingar um viku­skiftið, so sum Also, Surk og Meg Minnist fara somuleiðis í summarsteðg, men guðstænastur og morg­un­lestrar halda fram sum vanligt.

Sjónvarpssendingar í summar
Í sjónvarpinum verða eis­ini færri sendingar í summar. Føroysku hós­kvølds­send­ing­arnar steðga um mán­aðarskiftið mai/juni, og ítrótt­arsendingin 3-2 fer í summardvala 24. juni. Sjónvarpsguðstænastur og andaktir fara í summarsteðg seinast í juni.
Summarskráin varir til síðst í august og fyrst í sep­tember, tá vetrarskráin so við og við tekur yvir aft­ur.