Kringvarp
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
»Hetta hevur verið hart«. Orðini eigur Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, sum – hóast nógv rumbul seinasta árið – hevur megnað at spart góðar 9 milliónir krónur á stovninum í 2009, samanborið við 2008.
Í prosentum svarar hetta til eina sparing á omanfyri 13 prosent. Til samanlíkningar kann nevnast, at Løgtingið fyri 2010 hevur álagt øllum ráðunum at spara 2 prosent á sínum øki.
Annika Mittún Jacobsen sigur, at hon veruliga má rætta eina hond til starvsfólkini. – Tað hevði ikki borið til uttan teirra hjálp, at tey vóru villig til at strekkja seg eitt sindur longur, sigur hon.
Hóast Kringvarpið hevur spart heilar 9 milliónir krónur, stava bert 1 – 2 milliónir krónur frá lønar- og samsýningarposanum.
Hinar 7-8 milliónirnar eru spardar undir øðrum rakstrarútreiðslum.
Annika Mittún Jacobsen greiðir frá, at tey veruliga hava verið runt allastaðni eftir hesum sparingunum. Eitt nú hava tey veruliga skorið niður á keyp av freelance tænastum og øðrum eksternum tænastum.
Hall hóast sparing
Men hóast Kringvarpið hevur spart 9 milliónir krónur í fjør, gjørdist endaliga úrslitið eitt hall á eina hálva millión krónur, og er hetta orsakað av, at inntøkurnar hjá Kringvarpinum fullu meira enn væntað.
Inntøkurnar hjá Kringvarpinum fullu úr 64,7 milliónum í 2008 til 58,5 milliónir krónur í 2009.
Fallið stavar í høvuðsheitum frá inntøkum í lýsingum, sum fullu 700.000 krónur, og frá spæliinntøkum, sum fullu 3,3 milliónir krónur. Harumframt fall inntøkan av kringvarpsgjaldi við 1,1 millión krónur.
Annika Mittún Jacobsen greiðir frá, at 2008 var eitt serliga gott ár hjá Gekkinum, og tí vóru inntøkurnar so stórar frá spæli í 2008, og at hetta ikki var førið í 2009.
At inntøkurnar av Kringvarpsgjaldi eru falnar, sigur Kringvarpsstjórin, at hetta hevur nakað við kreppuna at gera.
- Lógarverkið er skrúvað soleiðis saman í løtuni, at um fólk ikki vilja gjalda Kringvarpsgjald, og siga, at tey ikki hava sjónvarp ella útvarp, so kunnu vit ikki gera so nógv við tað, sigur Annika Mittún Jacobsen.