- Kringvarpið sleppur ikki at søkja eftir tíðindaleiðara enn

Mentamálaráðið hevur givið Liljuni Weihe viðhald í, at eingin tíðindaleiðari skal setast, fyrr enn kæran er endaliga viðgjørd.

Liljan Weihe og sakførari hennara Sigmund Poulsen, bóu fyri ársenda í fjør Mentamálaráðið um at bera so í bandi, at eingin tíðindaleiðari verður settur í Kringvarpinum, fyrr enn Mentamálaráðið hevur tikið støðu til kæruna hjá Liljuni Weihe um uppsøgn hennara. 

 

Og í gjár kom niðurstøðan frá ráðnum. Niðurstøðan er, at Mentamálaráðið gevur frákoyrda tíðindaleiðaranum viðhald og sostatt má Kringvarpið bíða við at seta nýggjan tíðindaleiðara inntil ráðið hevur tikið støðu til kæruna. 

 

 

Her er brot úr niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum. 

 

 

Meting

Av tí at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki í mun til fyrisitingarligar avgerðir hjá Kringvarpi Føroya, sbr. § 23 í kringvarpslógini, verður mett, at Mentamálaráðið eins og aðrir fyrisitingarligir kærumyndugleikar sambært rættarvenju hevur heimild til at viðgera og taka avgerð í málum um steðgandi virknað. 

Sostatt verður ikki tikið undir við tulkingini hjá Kringvarpi Føroya hesum viðvíkjandi, sbr. U.1994.823H, U.2000.1203H og Forvaltningsret, Almindelige Emner, 5. udgave, Jurist- og Økonomforbundets Forlag (2009), bls. 326, sbr. nota 139.

 

 

Sum víst á undir lýsingini omanfyri verður steðgandi virknaður eftir áheitan bert givin í undantaksføri. Henda meginreglan er eisini galdandi fyri fyrisitingarligar kærumyndugleikar. 

Arbeiðsrættarliga er einki ásett í sáttmálanum millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið um steðgandi virknað ella um at ógilda uppsagnir. Sostatt má málið metast eftir teimum vanligu meginreglunum sambært galdandi fyrisitingarrætti. Í teirri metingini skal ein ítøkilig meting gerast av almenna áhuganum í ikki at geva kæruni steðgandi virknað, soleiðis at nýggjur tíðindaleiðari ikki verður settur, soleingi málið koyrir samanborið við áhugan hjá kæraranum í ikki at vera fyri einum møguligum rættartapi, sbr. U.1994.823H. 

 

 

 

Fyrst av øllum skal sagt verða frá, at málið er rúgvismikið, og óvissan um substansin í málinum er stór. Harnæst eru skuldsetingarnar mótvegis tíðindaleiðaranum sera álvarsamar, tá ið hugsað verður um, at álitið á almenna stovnin og fjølmiðlafrælsið kunnu koma í vanda. 

Í mun til spurningin um steðgandi virknað ber á núverandi støði ikki til hjá Mentamálaráðnum at siga nakað um, hvør endaliga avgerðin í uppsagnarmálinum fer at vera. Sum víst á omanfyri verður steðgandi virknaður sum meginregla ikki givin, uttan so at stór virði fara fyri skeyti. Í hesum ítøkiliga føri bleiv tíðindaleiðarin sagdur úr starvi tann 21. des. 2017, og áheitanin til Mentamálaráðið um at geva kæruni steðgandi virknað var latin Mentamálaráðnum tann 28. des. 2017, har tað samstundis var boðað frá, at kæran fór at verða latin inn í vikuni eftir nýggjár. Kæran kom inn til Mentamálaráðið tann 3. jan. 2018. Steðgandi virknaður merkir í hesum føri, at Kringvarp Føroya ikki skal søkja eftir ella seta nýggjan tíðindaleiðara, soleingi málið koyrir, tí annars verður kærarin fyri einum stórum rættartapi. 

 

 

Av tí at Liljan Weihe kærdi avgerðina so mikið skjótt, eftir at avgerðin var tikin, og Kringvarp Føroya hvørki hevur lýst ella sett  tíðindaleiðara í hennara stað samanhildið við tann veruleika , at Kringvarp Føroya hevur sett ein fyribils tíðindaleiðara at røkja starvið hjá Liljuni Weihe, metir Mentamálaráðið ikki, at áhugin hjá Kringvarpi Føroya í at lýsa ella seta ein tíðindaleiðara sum skjótast í hesum ítøkiliga føri eigur at viga tyngri  enn áhugin hjá kæraranum í ikki at vera fyri einum møguligum rættartapi, sbr. U.1994.823H. 

Mentamálaráðið fer sostatt at ganga ynski tygara á møti um at geva kæruni steðgandi virknað viðvíkjandi spurninginum um at lýsa eftir  og seta nýggjan tíðindaleiðara, meðan málið koyrir. 

 

 

 

Avgerð

Vísandi til omanfyri standandi fer Mentamálaráðið at ganga umbøn tygara á møti um at geva kæruni steðgandi virknað, soleiðis at Kringvarp Føroya hvørki lýsir ella setir nýggjan tíðindaleiðara, fyrr enn  endalig avgerð er tikin í málinum um uppsøgnina av Liljuni Weihe. 

Henda avgerð um steðgandi virknað er endalig innan fyrisitingina.